Hetta skal drotningin í dag

Margretha drotning skal vitja vestanfyri í dag – eitt nú á Zarepta og Heimið á Grønanesi

Vitjanin hjá Margrethu drotning heldur fram í dag, og hendan dagin skal drotningin brúka í Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum og Miðvági.

 

Niðanfyri ber til at lesa fullu skránna fyri dagin.

 

 

 

Leygardag tann 17. juli í Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum og Miðvági

 

Almenn móttøka í Vestmanna

 

Kl. 09.50: Borgarstjórin Pauli Trond Petersen tekur ímóti.

Arni Paulason Brattaberg og Silja Holm handa H. H. Drotningini blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið í hesum rað:

Bjørg á Rógvi, varaborgarstjóri

Sára Jógvansdóttir

Laila Haldansen

Anja Haldansen

Ingi Olsen

 

Borgarstjórin heldur vælkomurøðu. Vestmanna sangkór syngur tveir sangir.

 

Kl. 10.30: Komið verður til Heimið á Grønanesi.

 

Eir Elinardóttir handar H. H. Drotningini blómutyssi, og musikkskúlanæmingar spæla.

 

Borgarstjórin navnkennir stjóran fyri kommunala eldrasamstarvið Niels A. Joensen og eindarleiðaran Jóhonnu Mariu Pedersen, ”Miu”.

 

Mia greiðir frá ellisheiminum og navnkennir listakvinnuna Astrid Andreasen, sum greiðir frá listaverkinum Ársverkið, sum hongur í trappuuppgongdini.

 

Eftir tað hevur H. H. Drotningin høvi at heilsa upp á hini búfólkini á felagsøkinum, har musikkskúlanæmingar leika á ljóðføri. Vitjanin endar í felagsøkinum í høgra veingi, har sagt verður frá sjósvimjing, sum Maria á Heygum hevur íðkað alt sítt lív.

 

Kl. 11.30: Komið verður til Mýruverkið.

 

Hákun Djurhuus stjóri tekur ímóti saman við nevndarformanninum Kára Johansen og næstformanninum Haraldi S. Hammer.

 

Hákun Djurhuus stjóri greiðir frá SEV, sum fyllir 75 ár, grønu kósini fram til 2030 og nýggja pumpuverkinum á staðnum.

 

Kl. 12.00: Farið verður við bili til Fjørukrónna.

 

Kl. 12.20: Borgarstjórin er vertur fyri miðmála.

 

Borgarstjórin tekur ímóti H. H. Drotningini. Borgarstjórin heldur røðu og handar H. H. Drotningini gávu. Listafólkini Jón Sonni Jensen og Silja Strøm navnkenna gávuna.

 

 

 

Kvívík

 

Kl. 13.40: Komið verður til Kvívíkar.

 

Uttan fyri kirkjuna taka Hans Jóhann Sørensen borgarstjóri og frú Signe Skaaning ímóti. Elinborg Skaaning Sørensen handar H. H. Drotningini blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir bygdaráðið í hesum rað:

 

Frank Müller, varaborgarstjóri Marjun Danielsen

Oluf Müller

Jóhanna Vang

 

Michael Shemesh

Nelly Haakonardóttir Debes

 

Dánjal Joensen, versonur ein av sjólátnu manningini, greiðir frá minnisvarðanum uttan fyri kirkjuna, ið minnist skipið Stella Argus, sum gekk burtur í 1957 við 22 monnum.

 

Kl. 13.50: Fráferð til gongu til útgrevsturin Niðri á Toft.

 

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús fornfrøðingur tekur ímóti og greiðir frá útgrevstrinum, sum er fyrsti fornfrøðiligi útgrevstur í Føroyum. Útgrevsturin vísir húsatoftir frá víkingatíð. Súsanna Joensen konservatorur verður til staðar.

 

Kl. 14.20: Komið verður til vatnorkuverkið.

 

Borgarstjórin greiðir frá lítla vatnorkuverkinum, sum veitir barnagarðinum orku. Aftaná verður spákað inn í barnagarðin, har Ole Jakob Nielsen træsmiður og listamaður navnkennir gávuna frá kommununi til H. H. Drotningina. Býráðið verður hjástatt, tá ið gávan verður givin.

 

 

 

Vatnsoyrar

 

15.20: Komið verður til Zarepta.

 

Bjarni Prior borgarstjóri og frú Heidi Prior taka ímóti. Amanda Prior Braga handar H. H. Drotningini blómutyssi.

 

Borgarstjórin navnkennir býráðið og stjóran í kommununi í hesum rað:

 

Albert Ellefsen varaborgarstjóri Jóanis Albert Nielsen

Rósa Samuelsen

Dagbjørn Hansen

 

Tórdis Eleina Dam Johannesen Sólfríð Fjallsbak

Herborg Heidiardóttir Gaardlykke Ásla Leila B. Johansen

 

Jónhard Selfoss

Jóhan Hendrik Ellefsen kommunustjóri

 

Borgarstjórin navnkennir síðan borgarstjóran í grannakommununi Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard.

 

Spákað verður niðan gjøgnum garðin, har borgarstjórin navnkennir leiðsluna í Zarepta, Jákup N. Olsen og frú Dorrit Olsen.

 

Kiara av Rana, langabbabarn Brynleif Hansen, handar H. H. Drotningini blómutyssi.

 

Uttanfyri heldur Jákup N. Olsen røðu, og síðan syngur barnakór, sum John Færø stjórnar. Innanfyri í matarhøllini verður sagt frá søguni og virkseminum í Zarepta. Skipað er fyri samrøðu við børn, sum siga frá upplivingum sínum í Zarepta, og við Elsu Djurhuus, einkjuna eftir Brynleif Hansen. Saman stovnaðu tey Zarepta. Vitjanin endar við rundvísing, og H. H. Drotningin fær sum gávu eina tekning frá Heina Mørkøre, sum er gjørd í Zarepta í summar.

 

Kl. 19.00: Borgarstjórin er vertur fyri døgurða.

 

Bjarni Prior borgarstjóri og frú Heidi Prior taka ímóti H. H. Drotningini. Kvinnukórið Fljóðljóð syngur uttanfyri, tá ið komið verður. Borgarstjórin navnkennir Marit Jóhansdóttir, ið eigur hotellið, og bróðurin Napoleon Magnussen. Undir døgurðanum heldur borgarstjórin røðu og handar H. H. Drotningini gávu. Har verður tónleikaligt undirhald.

 

Kl. 21.15: Døgurðin endar