- Vit vilja við hesum hjartaliga takka øllum tykkum mongu, sum á ein og hvønn hátt vóru virkin og hjálptu til at gera Várdagarnar 2026 so væl eydnaðar.
Í Nes kommunu siga tey, at uppmøtingin til tiltøkini á várdøgum var so sera góð.
- Vit halda, at hetta styrkir og samansjóðar okkum sum íbúgvar í kommununi. Eisini ynskja vit at bera Bátafelagnum eina tøkk fyri sera gott samstarv.
Í Nes kommunu takka tey hjartaliga fyri góða undirtøku, og her gleða tey seg longu nú til várdagar og bátastevnu í 2027.











