Týsdagin í hesi vikuni varð ein maður funnin deyður nærindis grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.
Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Karsten Højrup Kristensen, sigur við Sermitsiaq, at maðurin í síðstu viku var farin til útróðrar.
Tá hann ikki kom aftur, vendu tey avvarðandi sær til løgregluna.
Grønlands Politi sigur, at maðurin varð funnin týsdagin.
Tá staðfest varð, hvar maðurin var, sendi Gønlands Politi ein løgreglubát á staðið, og líkið varð flutt á sjúkrahús.
- Líksýn hevur verið, og tað er einki, sum bendir á, at talan hevur verið um nakað kriminelt, leggur vaktleiðarin aftrat.










