Ein bilur koyrdi í dag inn í eina mannamúgvu í miðbýnum Leipzig í Týsklandi.
Sambært týsku sjónvarpsrásini MDR sigur løgreglan, at tvey fólk hava latið lív.
Bilførarin á einum bili er handtikin eftir hendingina, upplýsir týska løgreglan á X. Viðkomandi er ikki longur ein hóttan, upplýsir løgreglan.
Sambært Reuters hevur løgreglan eyðmerkt mistonkta gerningsmannin sum ein 33 ára gamal mann við týskum ríkisborgararætti.
Forsætisráðharrin í Sachsen, Michael Kretschmer, upplýsti eisini, at maðurin hevði "møguligar sálarligar trupulleikar", skrivar tíðindastovan.
Borgarstjórin í Leipzig, Burkhard Jung, hevur váttað fyribils deyðstalið, sambært miðlinum Deutsche Welle.
– Tað er ørkymlandi. Tað einasta, eg kann gera beint nú, er at vísa samkenslu við familjunum hjá ofrunum, sigur Jung við tíðindafólk á staðnum.
– Alt annað skal avgerast av løgregluni og kanningararbeiðinum, helt hann fram.
Borgarstjórin segði eisini, sambært Reuters, at tvey fólk fingu álvarsligan skaða.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, sambært tíðindastovuni AFP, at fleiri fólk eru særd. Talsmaðurin kundi tó ikki siga, hvussu nógv fólk vórðu særd tilsamans.
Týski miðilin Bild skrivaði fyrr á degnum, at hildið verður, at í minsta lagi átta fólk hava fingið skaða. Hetta er tó ikki alment staðfest.
Ongar upplýsingar eru enn um, hví bilurin koyrdi inn í mannamúgvuna.
Hendingin skal hava verið á Grimmaische Straße, sum gongur úr miðbýnum Augustusplatz til gongusonuna í týska býnum.
Bæði universitetið og kenda Nikolaikirche liggja nærhendis.
Ein talsmaður fyri løgregluna lýsti støðuna fyri tíðindastovuni dpa sum "dynamiska".
Myndir vísa fleiri sjúkrabilar í økinum, samstundis sum sløkkiliðsbilar og løgreglubilar eisini eru til staðar. Tyrla er eisini í luftini.
Leipzig hevur yvir 600.000 íbúgvar og liggur í statinum Sachsen í fyrrverandi Eysturtýsklandi.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
/Ritzau/







































