Sámal Hansen og Hilmar Sam Lamhauge, sum eru høvuðsfyrireikararnir av kappingini, søgdu seg hava prátað leingi um at skipa fyri eini slíkari kapping, men at tað ongantíð varð blivið til nakað.
? Vit hava hugsað um at skipa fyri eini slíkari kapping leingi, og beint eftir kappingina í Havn kunngjørdu vit eisini, at vit fóru at taka um endan. Síðani tað hava vit arbeitt við hesi kappingini, og burtursæð frá tveimum smáum tekniskum brekum í byrjanini, hevur alt gingið upp á stás, søgdu teir, beint eftir at kappingin var liðug.
170 luttakarar
Í mun til kappingina í Havn, vóru nærum dupult so nógvir luttakarar í Runavík. Umleið 170 ymiskir rógvarar róu, og flestu teirra róu fleiri ferðir.
? At luttøkan gjørdist so stór er heilt víst av tí, at kappingin í Havn eydnaðist so væl. Tað var fyrstu ferð í nýggjari tíð, og fólk skuldu líkasum kanna hvat tað var fyri nakað, áðrenn tey tordu at melda til. Og eg vænti, at luttakaratalið bert fer at økjast fyri hvørja ferð, ein slík kapping verður hildin, sigur Sámal Hansen.
Sámal og Hilmar Sam halda, at tað er ov leingi hjá kappróðrarfólki at bíða eftir kapping heilt frá ólavsøku til norðoyastevnu.
? Allar størsti parturin av róðrarfólkinum byrjar at venja einaferð beint eftir jól. Og tey ordiliga seriøsu byrja kanska í november. Tá er tað alt ov leingi at skula bíða eftir norðoyastevnuni í juni, staðfesta teir.
Og teir halda, at kappingarnar, sum hava verið higartil í ár, hava ligið sera væl. Í januar er venjingin byrjað hjá teimum flestu, og í apríl áttu bátarnir at verið mannaðir, og verið væl fyri kroppsliga. Eftir ólavsøku vilja tey flestu hava ein steðg frá venjingini, og tí er tað ov skjótt at hava slíkar kappingar fyri jól.
Gott samstarv
Men at fáa alt at glíða, tá 170 luttakarar skulu rógva er ikki heilt ómakaleyst, og teir báðir siga, at teir hava fingið sera góða hjálp frá hinum róðrarfeløgunum.
? Til eina slíka kapping skulu vit nýta einar 40 maskinur. 10 at kappast á og einar 30 at hita upp í, og tað er givið, at einki felag eigur so nógvar maskinur. Var einki samarbeiði, ja, so var heldur eingin kapping, sláa teir fast. Og teir fegnast um, at øll kappróðrarfeløgini taka so væl undir við kappingunum, og stuðla so væl.
Umframt maskinurnar, siga teir, at tað kostar at skipa fyri eini so stórari kapping. Kappingin í Runavík hevði heitið »North Atlantic Fishfair«, sum eisini var høvuðsstuðul av kappingini.
? Tað er ókeypis at luttaka, og vit hava tikið 20 kr frá hvørjum áskoðara, so fíggingin til kappingina má koma onkra staðni frá. Tí var tað gott at fáa ein so góðan stuðul.
Men teir vóna, at tað ikki verður neyðugt at vera bundin av stuðlum leingi afturat.
? Um Róðrarsambandið fær borið so í bandi, at innandurakappingarnar í rógving verða FM-kappingar, so koma vit undir ÍSF. Og so hava vit rætt til ein ávísan stuðul frá teimum. Tað hevði sjálvandi verið tað besta, tí hetta kostar nógv, siga teir.
At enda sláa teir fast, at tað heilt víst verður innandurakapping í rógving í Runavík komandi ár eisini.