Síðsta mánadag fekk Kringvarpið fútabann fyri at bera tíðindi frá ljóðupptøku, sum snúði seg um innihaldið á fundinum millum landsstýrið og kinesiska sendiharran í Keypmannahavn, sum legði trýst á landsstýrið fyri at lata Huawei sleppa at selja tøkni til 5G í Føroyum
Tað gav endurljóð í Fólkatinginum.
Fá eitt yvirlit yvir málið her:
– Fútabann varð sett Kringvarpinum næstsíðsta mánadag at bera tíðindi frá fundinum. Fútabannið kom 22 minuttir áðrenn Dagur og Vika skuldi í luftina. Kringvarpið hevði fingið fatur á ljóðupptøku, har greitt varð frá innihaldinum á loyniligum fundi millum løgmann, Bárð Nielsen, og kinesiska sendiharran Feng Tie 11. november.
– Mánadagin helt landsstýrið fast við grundgevingarnar um, at ljóðbrotið kundi skaða landsins uttanríkispolitisku áhugamál.
Tað kom undan kavi mánadagin, at samrøðan snúði seg um Huawei som møguligan veitara til 5G netið í Føroyum og handilssambandið millum londini.
– Seinnapartin í gjár legði Mette Frederiksen dent á í Fólkatingssalinum, at Føroya sjálvar gera av, hvønn televeitara, landið vil hevur, tí málsøkið er yvirtkið.
Seint seinnapartin í gjár greiddi Berlingske frá, at ljóðbrotið vísti, at kinesiski sendiharrin knýtti beinleiðis samband millum valið av Huawei og eini handilsavtalu millum londini bæði.
Um Føroya Tele valdi kinesiska Huawei sum veitara av 5G netinum, kundu Kina og Føroyar gera eina fríhandilsavtalu. Um ikki, kundu Føroyar gloyma alt um hesa avtalu.
Kinesiska kravið er sambært Berlingske lagt fyri føroyska uttanríkisráðharran, Jenis av Rana, fíggjarmálaráðharran, Jørgen Niclasen, og Bárð Nielsen, løgmann.
Berlingske skrivar eisini, at Danmark skuldi hava lagt trýst á Føroyar fyri at velja Huawei frá.
Fleiri lond, eitt nú USA og Bretland, hava ávarað ímóti Huawei, tí tey óttast, at felagð kann brúka sína útgerð at njósnast fyri Kina.
– Í morgun avvísti Uttanríkisráðið í Danmark, at tey skulu hava lagt trýst á Føroyar.
Uttanríkisráðið upplýsir í tíðindaskrivi, at tað ikki er rætt, sum borið verður fram í miðlunum »at det danske udenrigsministerium har nævnt for landsstyret, at det ifølge Forsvarsministeriet ville være bedst ikke at vælge Huawei som leverandør af 5G -netværk«.
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, sigur:
– Sum uttanríkisráðharri skal eg gera greitt, at tað er avgerandi, at uttanríkispolitikkur er grundaður á, at bæði vit og samstarvspartar okkara vísa sínamillum virðing og fylgja aljóða spælireglum.
Málið hevur fingið fleiri danskar politikarar at gera viðmerkingar til, at Kina greitt hevur knýtt val av Huawei saman við eini handilsavtalu.
Søren Espersen (DF):
- Det er en gedigen skandale, som kommer til at køre i hele verden. Det er første gang, at vi får et klokkeklart bevis på, at den kinesiske stat og Huawei er ét fedt.
- Nu er det bevist én gang for alle - man skal holde sig væk fra det selskab.
Michael Aastrup Jensen (V):
- Det er jo ren afpresning. Det er en voldsom trussel at komme med. Det er handelskonsekvenser, der betyder meget for Færøerne.
- Kinas ambassadør bekræfter med sine direkte trusler mod Færøerne alle mistankerne om Huaweis alt for tætte forbindelser med staten. Jeg har bedt om en orientering om hele sagen på Udenrigspolitisk Nævns møde på torsdag. Kongeriget skal aldrig bøje sig for Kinas trusler!
Karsten Hønge (SF):
- Det er voldsomt at opleve en stormagt lave den slags pression over for en mindre nation. Det er min første reaktion. Det er godt, at det bliver afsløret, så vi kan se, hvilke metoder kineserne bruger.
Rasmus Jarlov (K):
- Hvis vi giver efter for den slags, vænner kineserne sig hurtigt til at bestemme. Det skal bremses i opløbet, og den danske udenrigsminister må på banen. Det er sikkerhedspolitik. Ikke et indre færøsk anliggende.
/ritzau/