Hin 7. november varð líkið av flogskiparanum og vraklutir av smáflogfarinum, sum datt niður á Sermitsiaq-oynni, bjargað av Arktisk Kommando, sum nú hevur leysgvið nakrar myndir

Hetta vóru umstøðurnar á Sermitsiaq-fjallinum

Arktisk Kommando hevur leysgivið nakrar myndir frá Sermitsiaq-fjallinum, har smáflogfarið úr Kanada datt niður

 

Hin 7. november varð líkið av flogskiparanum og vraklutir av smáflogfarinum, sum datt niður á Sermitsiaq-oynni, bjargað av Arktisk Kommando, sum nú hevur leysgvið nakrar myndir

Tað var eftir áheitan frá Grønlands Politi, at Arktisk Kommando fekk til uppgávu at bjarga líkinum av flogskiparanum á Sermitsiaq-fjallinum, har flogfarið hjá honum datt niður, og flogskiparin læt lív. 

 

Líkindini vóru ring, tá flogvanlukkan hendi, og tað tók sína tíð, áðrenn grønlendsku myndugleikarnir funnu vrakið av flogfarinum á oynni Sermitsiaq, nærindis grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Leitingin staðfesti, at smáflogfarið við einum motori var dottið, og at flogskiparin hevði latið lív í vanlukkuni. 

 

Fríggjadagin hin 7. november setti Arktisk Kommando eitt átak í verk fyri at loysa uppgávuna - at bjarga líkinum av flogskiparanum og ymiskum vraklutum.

 

##med2##

 

Eftir átakið hevur Arktisk Kommando leysgivið nakrar myndir.

Tað vóru servand herfólk, sum loystu uppgávuna, og við í átakinum var eisini sjóverjuskipið, Thetis og ein  MH-60R Seahawk-tyrla hjá verjuni. 

 

Eftir átakið, varð líkið av flogskiparanum og elektronisk tól latin Grønlands Politi, og nú er tað Skaðanevndin, sum arbeiðir við at finna út av, hvat tað var, sum hendi, tá smáflogfarið datt niður.

 

Viðheft myndir eigur Arktisk Kommando.

 

##med3##

 

 

 

Hin 7. november varð líkið av flogskiparanum og vraklutir av smáflogfarinum, sum datt niður á Sermitsiaq-oynni, bjargað av Arktisk Kommando, sum nú hevur leysgvið nakrar myndir