Liðið hjá Vilhelmi er ósigrað í trimum teimum seinastu dystunum

Hannover-Burgdorf hevur nú fingið frástøðu til niðurflytingarplássini

7.057 áskoðarar vóru í ZAG Arena høllini í Hannover, tá Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Recken Hannover-Burgdorf spældu dyst á heimavølli í týsku bundesliguni. Á vitjan var liðið, ið umboðar býirnar Wuppertal og Solingen, og hevur navnið: Bergischer.

 

Tað eydnaðist Hannover at vinna 34-30 á Bergischer. Báðir hálvleikirnir endaðu 17-15 til heimaliðið. 

 

Vilhelm skoraði eitt mál, og hann legði eisini upp til eitt mál.

 

Gongdin er góð hjá Hannover. Í trimum teimum seinastu dystunum er tað eydnaðist Vilhelmi og liðfeløgunum at vinna fimm av seks møguligum stigum.

 

Hannover er nú nummar 11 í deildini við 11 stigum, og teir hava nú seks stig niður til niðurflytingarstrikuna. 

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 er aftur dystur hjá Hannover í ZAG Arena. Tá er talan um heimadyst í bólki G í EHF European League. Mótstøðuliðið verður Fredericia, ið er næstfremst í bólkinum við fimm stigum. Hannover er fremst í bólkinum við átta stigum.