Ora Tank hevur verið í dokk á Skála. Skipið var statt í Reykjavík, tá tað varð staðfest, at skipið hevði brúk fyri bráðfeingis hjálp.
- Heitt varð á okkum um at gera arbeiðið. Skipið kom á Skála hóskvøldið 7. apríl, har fólk frá MEST og tveir serfrøðingar úr Týsklandi stóðu klárir at fara til verka.
Skipasmiðjan MEST veit at siga, at fríggjamorgunin 8. apríl var skipið siglingarklárt aftur og slapp úr dokkini aftur sama dag.
Á heimasíðuni hjá skipasmiðjuni MEST - www.mest.fo - verður einki sagt um, hvørja bráðfeingishjálp Ora Tank hevði, ei heldur hvat gjørt varð við skipið í dokkini.