Hevur bakað í meira enn 40 ár

- Eg hevði ikki væntað, at so nógv fólk kendu meg, segði Oddur Heinesen, bakari, tá ið Miðberg Bakarí skipaði fyri móttøku fyri honum, nú hann hevur tænt bakarínum í Saltangará í 35 ár

Nógv fólk vóru til móttøku, tá ið Miðberg Bakarí í Saltangará ynskti at "markera", at Oddur Heinesen hevur verið í starvi sum bakari hjá bakarínum í samfull 35 ár.
Fólk komu við blómum og heilsanum, og í stuttum práti inni á gólvinum hendan dagin, segði Oddur Heinesen, at hann var rættiliga ovfarin av, at so nógv vóru komin inn á gólvið.
- Eg hevði ikki væntað, at so nógv fólk kendu meg, segði hann, meðan hann stóð við abbasoninum, sum eisini var komin til móttøkuna, í føvninginum.

Kunoyingur
Oddur er ættaður úr Kunoy. Sum ungur giftist hann Eyðbjørg, sum er ættað av Toftum. Tey búsettust í Saltangará, har tey framvegis búgva. Oddur er eisini bróður Heina O. Heinesen, sum allir føroyingar kenna. Tey eru fleiri systkin, og hesi nýttu eisini høvi at heilsa bróðrinum og bakaranum á stóra degnum.
Tey, sum kenna Odd, siga, at hann er ikki maðurin við teimum stóru "albogunum", men hann er ein ógvuliga fryntligur maður - og ein dugnaligur og skjótførur bakari.
- Hann verður ikki tikin í sínum arbeiði, siga tey, sum kenna hann.

Lærdi hjá Alla
Oddur fór í sínari tíð at læra til bakara hjá Alla í Klokkaragøtu í Havn, og har arbeiddi hann eisini eitt ár eftir, at hann var vorðin sveinur.
- Eg havi soleiðis bakað í meira enn 40 ár, sigur Oddur.
Spurdur, hvussu nógv breyð hann í miðal man hava bakað um dagin, heldur hann fyri, at talan helst eru um eini 500 rugbreyð og 500 fransbreyð.
Oddur Heinesen hevur trivist væl sum bakari, og honum hevur dámað væl hjá Miðberg Bakaríi, sum nú hendan dagin nýtti høvi at heiðra henda stillføra og roynda bakaran.