Um eina viku byrjar heystsiglingin hjá Norrønu og líkt er til, at árið hevur hilnast sera væl hjá føroyska felagnum.
Við Morgunblaðið sigur Linda Gunnlaugsdóttir, sum er stjóri í Smyril Line í Íslandi, at ferðafólkatalið hevur verið sjey prosent hægri í ár enn undanfarin ár.
- Tað hevur gingið sera væl og hetta hevur verið eitt frálíkt summar, sigur hon.
Hon sigur, at flestu ferðafólkini koma úr Norðurlondum, Frankaríki, Týsklandi og Hollandi. Nærum allir túrarnir síðani summarsiglingin byrjaði í apríl, hava verið fullsettir og Linda Gunnlaugsdóttir sigur, at søgan er hin sama fram til endan av oktobur. Hetta tekur hon sum eitt tekin um, at tað var ein røtt avgerð hjá Smyril Line at byrja sigla til Íslands alt árið.
- Fyri nøkrum árum síðani avgjørdu vit, at leingja ferðafólkasesongina. Áður sigldi Norrøna einans til Íslands eini tríggjar, fýra mánaðir um árið, men nú siglir hon alt árið, sigur Linda Gunnlaugsdóttir.