Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð: Annfinn Brekkstein, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna, Bergur Robert Dam Jensen og Høgni Vilhelmsen

Ítróttarfeløg sleppa undan hallarleigu Havn

Nú verður tað ókeypis hjá øllum ítróttarfeløgum í Tórshavnar kommununi at leiga ítróttarhallirnar

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð: Annfinn Brekkstein, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna, Bergur Robert Dam Jensen og Høgni Vilhelmsen

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur í morgun einmælt samtykt, at frameftir verður tað ókeypis hjá øllum ítróttarfeløgunum í kommununi at leiga ítróttarhallirnar, treytað av at felagið er undir ÍSF.

 

– Tað er eingin orsøk, at hallirnar standa tómar, og at uttanduraítróttargreinar skulu gjalda, tá tey brúka hallartímar, skrivar Tórshavnar kommuna.

Mentamálanevndin er samd um, at hetta er ein góð hjálp til feløgini í kommununi, fyri børn, ung og vaksin.

Málið skal endaliga fyri fíggjarnevndini í komandi viku.

 

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð: Annfinn Brekkstein, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna, Bergur Robert Dam Jensen og Høgni Vilhelmsen