Hevur nakað annað land roynt tilfeingisgjald?

Bogi Andreasen
--------

Í Føroyum skrivar og tosar annað hvørt fólk um ‘tilfeingisgjald’ á okkara fiskivinnu til at fylla hol í landskassanum av almennari ovurnýtslu.
Hallið verður tað sama í 2012 sum í ár, slaka hálva milliard.
Løgmaður tosar um at ‘styrkja reiðaríini fíggjarliga’ við at díkja skipini undir í loyvisgjøldum sum prís fyri at sleppa at fiska. Johan Dahl tosar um at ‘periodisera’ fiskiskap fyri at sleppa undan ‘olympiskum fiskaríi’.
Men vita vit um nakað annað land í heiminum, har hitt almenna fær stórvegis inntøkur av at selja fiskiloyvi í ‘nakrar dagar ella vikur’, sum ein búskaparfrøðingur tók til?
Ein íslendskur professari í fiskivinnubúskapi ávaraði staðiliga ímóti at taka privata ognarrættin úr fiskivinnuni.
Her í Norðurlondum og í Evropa heldur eingin, at ‘tilfeingisgjald’ kann brúkast til almenna inntøku ella til at teirra fiskivinnu meiri lønsama.
Jú, víst kunnu føroyingar royna at ganga undan og uppfinna eina ‘fiskidagabúð’, sum selir fiskidagar í smásølu til hægstbjóðandi.
Fiski- og búskaparfrøðingar sita og stara niður í excel-ørk og rokna fiskiskap og fiskivinnu út, meðan fiskimenn stríðast við veruleikan.
Skulu tilmælini hjá frøðingunum ikki enda galið, má talið á føroyskum fiskiskipum niður í helvt, úr verandi 80 niður í 40 skip ella færri. Av teimum má tá hvørt skip fiska minst dupult so nógv sum nú.
Er nøkur vissa fyri tí?
Sum er hevur allur feskfiskaflotin hall. So har er tilfeingisgjald útilokað.
Mest sannlíkt er, at útlendingar eftir 2018 ígjøgnum føroyskar strámenn fara at keypa fiskidagarnar undir Føroyum og lata plimsollarar við útlendskari manning fiska ‘ogn Føroya fólks’.
Mest ræðandi dømi um nakað, sum líkist tilfeingisrentu, sæst við at ‘googla’ Falkland. Har búgva eini 3-4.000 fólk, sum ‘eiga’ 200.000 tons av fiski innan fyri fiskimarkið. Men har er bert hendinga fiskimaður.
Tað mesta av hesari ‘ogn Falklands fólks’ verður fiskað av fremmandum skipum (Korea, Kina, osfrv) fyri loyvisgjald. Falkland fær fyri hetta slag av ‘tilfeingisgjaldi’nú bert 150 mió kr um árið íalt.
Annars liva falklendingar av einari bretskari herstøð, av ferðavinnu og mest av seyðahaldi (500.000 áseyðum, sum geva 2.000 tons av heimsins bestu ull um árið).
Men neyvan verður ‘ull Føroya gull’ aftur.