Heyst óhugni á Tjóðsavninum

Starvsfólk á Tjóðsavninum hava úr at gera við fyrireikingum til árliga heyst(ó)hugnan

Tjóðsavni skrivar, at alt savnið skiftir ham, og tí verður savnið eisini stongt í viku 41 frá mánadegnum til fríggjadagin. Tó er opið sum vant í vikuskiftinum, áðrenn stóra tiltakið ferð í gongd í viku 42.

 

(Ó)hugnaligur heysthugni verður á Tjóðsavninum í heystfrítíðini frá 13. til og við 17. oktobur frá klokkan 11-16.

 

Dentur verður lagdur á, at børnini skulu fáa eina stuttliga, læruríka og upplýsandi viku. Tey vaksnu fáa helst eisini eitt gullkorn ella tvey.  

Kom og loys uppgávur, lær um føroyskar sagnarverur, royn teg við gammeldags barnabingo, vitja skrekkiligu skrivstovuna, og njót ein øðrvísi dag á einum (ó)hugnaligum savni.

 

SKRÁIN 13. - 17. OKTOBUR


Kl. 11:00 - Savnið letur upp

Kl. 11:30 - Søguløta við føroyskum sagnum og ævintýrum

kl. 12:00 - 14:00 - Spyr serfrøðingin á savninum

kl. 14:30 - Gammeldags barnabingo

kl. 16:00 - Savnið letur aftur

 

Tiltakið er ókeypis