FC Lugano hevur eina stóra favorittstøðu móti NSÍ

Her eru oddsini upp á dystin NSÍ-FC Lugano

Í kvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og sveisiska liðið, FC Lugano.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

FC Lugano vann fyrra dystin á heimavølli 2-0. Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Sveisiska liðið hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin

 

(Oddsini er galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 7,80 og 10,80. 

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,90 og 5,61.

 

Oddsini upp á útisigur til FC Lugano liggja millum 1,25 og 1,33.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##