Hildigunn í Smiðjuni í Lítluvík

Í dag klokkan 16.00 letur Hildigunn Tausen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Hildigunn Tausen, sum er ættað úr Hovi, hevur eina fýra ára útbúgving sum psykoterapeut, og var »kunstterapi« ein av hennara útbúgvingargreininum. Henda útbúgvingin spretti til, at Hildigunn av álvara fór at málað og hevur hon tey sístu árini búð á Fyn og har leitað sær kunnleika innan listamáling og tikið fleiri skeið innan málingalistina.

Málningarnir hjá Hildigunn eru sprotnir út frá lit- og ljósspælinum í náttúruni, hugflogið og kenslum her og nú. Endamálið við málningunum, er at geva hyggjarinum eina góða kenslu og rúm fyri hugflogið.

Umframt sínar náttúrumálningar, málar Hildigunn eisini tær vælumtóktu kvinnumálningarnar við heitinum: »Eg seti mín hatt sum eg vil«.

Hildigunn hevði eina listaframsýning í Smiðjuni í fjør, umframt at hon tað síðsta árið hevur havt fleiri framsýningar á Fyn. Hennara næsta framsýning verður í »Kunstgaarden« í Skovby við Bogense, 10 maj til 1 juli 2012.

Levi Mørk, býráðslimur, setur framsýningina klokkan 16. Opið til klokkan 20.00

Hinar dagarnar er framsýningin opin soleiðis :

Fríggjardagin 27. apríl og leygardagin 28. apríl: fra 10.00 – 19.00

Sunnudagin 29. apríl: Frá 15.00 – 19.00.

Mánadagin 30. apríl og týsdagin 1. mai frá 10.00- 19.00

– Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsar Hildigunn Tausen.