Hillary hevur tikið av tilboðnum frá Obama, hon verður komandi uttanríkisráðharri í USA. New York Times sigur frá vælvitandi keldum, at Hillary Clinton tekur av tilboðnum at gerast uttanríkisráðharri, tá ið Barack Obama tekur við sum nýggjur forseti í USA.
Hillary Clinton hevur tikið avgerðina, eftir at hon hevur tingast við Barack Obama um hennara leiklut sum ovasti diplomatur fyri USA. Hon hevur eisini fingið at vita, hvørjar ætlanir Barack Obama hevur á uttanríkisøkinum.
Hillary, sum er senatorur í statinum New York, má tí lata Kongress-sessin frá sær, hon fer framyvir at samarbeiða við mannin, sum hon kappaðist við, fyri at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum.