Hillerød megnaði javnleik 3-3 móti Brøndby - Pingel skoraði hattrick

Adrian Justinussen, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í Hillerød fingu eitt flott úrslit móti superligaliðnum, Brøndby

Adrian Justinussen, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í Hillerød, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældu í dag venjingardyst á útivølli.

 

Dysturin var móti superligaliðnum, Brøndby. 

 

Tað eydnaðist Hillerød at fáa ein flottan 3-3 javnleik móti Brøndby, har Sebastian Pingel skoraði reint hattrick. Tað vóru bara farnir sjey minuttir av dystinum, og Hillerød var tá á odda 2-0.

 

Brøndby-Hillerød 3-3 (0-2) - venjingardystur

 

0 – 1 Sebastian Pingel (3.)

 

0 – 2 Sebastian Pingel (7.)

 

1 – 2 Clement Bischoff (51.)

 

1 – 3 Sebastian Pingel (56.)

 

2 – 3 Emmanuel Yeboah (63.)

 

3 – 3 Oscar Schwartau (81.)

 

Adrian Justinussen hevði undan dagsins dysti lagt upp til mál, ella skotið mál í venjingardystunum hjá Hillerød higartil, men hesaferð var einki málstig til Adrian.

 

Í sínari tíð spældi pápi Sebastian, Frank Pingel 76 kappingardystir fyri Brøndby, har hann skoraði 27 mál. Tað var seinast í áttatíárunum og fyrst í nítiárunum. 

 

Seinasta aðalroyndin hjá Adrian, Pingel og hinum í Hillerød verður á Eysturbrúgv í Keypmannahavn komandi leygardag. Tá verður B93 mótstøðuliðið.

 

Sunnudagin 23. februar spælir Hillerød fyrsta dystin í næstbestu fótbóltsdeildini í 2024. Dysturin verður á útivølli móti Vendsyssel FF.