Tað munnu tey flestu hava roynt – antin tá tey skulu seta bilin, ella tá tey skulu koyra út úr parkeringsplássinum. Góð siðvenja í slíkum vanligum og meinaleysum óhappi er at skriva sær nummarið upp á nummarplátuni á árenda bilinum – kanska eisini leggja ein lepa við egnum tlf nr undir viskaran – finna út av hvat tlf nr eigarin av árenda bilinum hevur og síðani ringja til hann og siga frá hendingini. Men tað er tíverri tey fáu, sum gera hetta.
Átrúnaður???
Síðst í ’90 árunum og til í dag – við felagnum ”Gudloysi” sum tað nýggjasta ískoyti – hevur stórt fokus verið á átrúnað. Slíkt kjak setur gongd á umhugsan og støðutakan til sín átrúnað ella manglandi av sama, og er hetta sera gott, tí ein átrúnaður uttan sjálvrannsókn, nútíðmansrelatión og dynamikk gerst ein stirvin, ópraktiskur og tískil ein ónýtiligur átrúnaður, og er hetta uppskriftin upp á fleiri ateistar og annars líkasæl kristin. Hví kemur átrúnaður inn í eitt kjak um bilóhapp?
Átrúnaður!!!
Jú, tað er tí, at nógvir ”kristnir” føroyingar hava úr gera við at rópa upp um kristindóm og siga øðrum fólki hvussu tey skulu bera seg at, um somu tíð sum teir hava gjørt ein ógerning, sum eitt nú at renna á ein parkeraðan bil, fyri síðani at lata sum einki og koyra avstað – hetta er bæði ómoralskt og ólógligt. Eg havi nevniliga ikki minni enn 5 skaðar á mínum bili, sum eru komnir, tá bilurin hjá mær hevur staðið parkeraður. Hetta eru gerningar hjá 5 ymiskum fólkum, ið tó hava eitt til felags: renn á og rým avstað (”hit and run”). Av tí at meirilutin av føroyingum kalla seg kristnar eru stór sannlíkindi fyri, at hesir skaðar eru gjørdir av ”góðum” trúgvandi.
Ein moralsk sannføring – uttan mun til um hon hevur røtur í átrúnaði ella moralfilosofi – gevur onga meining og hevur ongan týdning, um ein ikki livir eftir sínari moralsku sannføring alla tíðina. At vera erligur og trúgvur ímóti síni sannføring eigur at vera eitt tað týdningarmiklasta hjá øllum menniskjum. Hvussu skalt tú annars liva eftir og halda samfelagslógir og normar, tá tú ikki megnar at halda og liva eftir tíni egnu sannføring og idealum?