Fíggjarmálaráðið
Hvønn dag avgreiða almennir stovnar umleið 350 rokningar fyri vørur og tænastur, sum hitt almenna keypir. Nógv arbeiðstíð og orka fer til at avgreiða rokningarnar.
Nú ætlar Fíggjarmálaráðið tó, at viðgerðin av rokningum skal effektiviserast, so umsitingin av økinum gerst minni og at goldið verður til tíðina.
Men hóast skilagóðar loysnir, so er veruleikin, at nógv tíð fer til at avgreiða rokningar, sum eru ógreiðar og vanta grundleggjandi upplýsingar. Tí er neyðugt, at rokningar, sum koma til tað almenna, verða greiðari.
Ójavnar rokningar
Ógvuliga stórur munur er á sjálvum rokningunum, sum skulu avgreiðast. Í øðrum endanum eru rokningar, sum hava allar neyðugar upplýsingar, eru snøggar og greitt uppsettar, og í hinum endanum eru rokningar, ið eru hondskrivaðar og vanta grundleggjandi upplýsingar. Ein stórur partur av øllum rokningum liggur onkustaðni millum hesar báðar pólarnar.
- Ógreiðar rokningar krevja lutfalsliga nógv arbeiði, og tað leingir avgreiðslutíðina. Sjálvandi ger hetta eisini umsitingina dýrari í síðsta enda, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni.
Greiðari rokningar
Um avgreiðslutíðin skal avmarkast, er neyðugt, at Gjaldstovan beinanvegin kann skráseta krøv, sum landið skal rinda, í skipanini hjá landinum. Skipanin er lærd upp at kenna tær ymsu rokningarnar, sum virkini brúka. Tað ber í sær, at næstu ferð ein rokning verður móttikin, verður hon ljóslisin (skannað) og skrásett sjálvvirkandi. Síðan verður rokningin beind til rætta viðkomandi í talgildaðum (digitalum) formi.
?Tá allir stovnar undir landinum eru við í skipanini, er ein annar fyrimunur, at Fíggjarmálaráðið til eina og hvørja tíð hevur fult yvirlit yvir, hvørjir stovnar ikki avgreiða rokningar til tíðina, og kann seta neyðug tiltøk í verk?, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni.
Ein avgjørd treyt er tó, at fyritøkur senda inn væl uppsettar og greiðar rokningar, sum hava allar neyðugar upplýsingar. Tí heitir Fíggjarmálaráðið í hesum døgum á teir veitarar, sum senda tí almenna rokningar fyri vørur og tænastur, um at uppfylla ávís formkrøv.
Nýggju formkrøvini
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir krøvini, sum frameftir verða sett rokningum, ið skulu avgreiðast. Yvirlitið við teimum týdningarmestu formkrøvunum sær soleiðis út:
-Rokningin skal verða prentað ikki skrivað við hond
-Rokningin skal hava eitt V-tal. Um talan er um eitt partafelag, skal P/F-nummarið eisini standa á rokningini
-Dagfesting skal prentast á rokningina
-Rokningin skal hava eitt eintýðugt rokningarnummar
-Rokningin skal hava ein falldag, t.d. 30 dagar
-Kundanummarið skal verða prentað á rokningina
-Er grundarlagið undir keypinum ein rekvisitión ella innkeypsordi, skal verða víst eintýðugt til nummarið á rokningini.
-Navnið á tí, sum hevur umbiðið vøruna, skal við á rokningina.
-Best er, um rokningin er prentað á hvítt pappír uttan prýði, kassar o.a.t.
Ein stórur trupulleiki er, at fleiri fyritøkur brúka rokningar, sum eru prýddar í bakgrundini við litum, myndum og køssum. Hetta órógvar sjálvvirkandi ljóslesingartilgongdina, og tí er best, um rokningar til landið eru prentaðar á hvítt pappír uttan prýði og annað tílíkt.
Samstundis, sum hitt almenna nú ynskir greiðari rokningar á pappíri, er greitt, at fyrireikingar verða gjørdar, soleiðis at takast kann móti talgildum (digitalum) rokningum.
Seinni í ár verður eisini ein fráboðan send út um, at rokningar til almennar stovnar skulu sendast beinleiðis til Gjaldstovuna. Ein serlig fráboðan verður send út um hetta. Fíggjarmálaráðið fer eisini seinni at gera eitt rundskriv um gjaldstreytir.