Klaksvík:
Prátið hoyrist út í gongina, og tað gongur lívliga fyri seg. Inni í stovuni ella køkinum, sum eru í einum, sita seks fólk. Hergerð, Eiler, Ásbjørg, Liden, Katrin og Ása. Tey hava øll tað tilfelags, at tey byrjaðu í fyrsta flokki í 1944. Og nú eru tey við at leggja seinastu hondina á eina sameining, sum fevnir um allan árgangin.
52 brøv vórðu send út beint eftir nýggjár og av teimum hava 42 boðað frá, at tey vilja verða við. Og tað fegnast fyrireikararnir um.
Leygardagin tann 3. juli hittast tey so øll. Fyrst verður farið í skúlan, síðani er ein gongutúrur út í Grøv á skránni, um tað viðrar, og um kvøldið verður so farið norður á hotel Norð á Viðareiði til ein døgurða.
Tað er ongin ivi um, at hesi seks fólkini eru sera spent til hendan stóra dagin. Hetta er fyrstu ferð, at árgangur 44 hittist aftur, so tað er rættuliga langt síðani, at summi av teimum sóust seinast.
Tað hoyrist á teimum, at tey hava lagt nógva orku í, og ferð eftir ferð er tað onkur, sum tekur til, hvussu spentur hon ella hann er.
Endurminningar
Eisini gongur prátið dúgliga um gamlar tíðir. Hetta eru jú gamlir floksfelagar, og tey hava sum vera man nógv at tosa um.
? Oys, minnast tit stovu nummar 12. Hana sum vit plagdu at fara niður í, tá teir bombaðu, spyr Liden. Hini nikka samtykkjandi, og tey rista øll við høvdinum, tí hesi minnini eru ikki so góð. Men ein beiskur veruleiki sum partur av teirra fyrsta skúlaári.
Tey greiða frá, at tey vóru ikki so nógv úti aftaná skúlatíð um ta tíðina.
? Aja, tað vóru aðrar tíðir, sigur Ása seigliga, men smílandi.
Aftur fara tey at práta um tað, sum liggur fyri framman. Eru nú sangirnir komnir upp á pláss, kaffi keypt, koppar og so framvegis. Alt hetta, meðan tey njóta ein góðan kaffi ella temunn frá Hergerð og Eiler og køku afturvið.
Men meira enn einaferð dettur prátið inn aftur á gamlar dagar í skúlanum. Og enn ein "ræðusøga" kemur fram. Ella í øllum førum ein ræðusøga fyri okkum, sum byrjaðu at ganga í skúla, eftir at doyvingin varð uppfunnin.
? Minnast tit, tá tannlæknin plagdi at koma. Tey komu bara inn eftir okkum ein og ein, letur í Eiler.
? Ja, og eg minnist handan sangin, sum vit plagdu at syngja fyri, at vit ikki skuldu hoyra, um tann, sum var í stólinum, fór at gráta, sigur Ásbjørg.
Eisini greiða tey frá, hvussu tað var at fara undir brúsu í ísakøldum vatni eftir fimleik. Og ikki at gloyma at fara út í Grøv at svimja.
Norðmaður við
Ein teirra, sum verður við, er ein norðmaður, sum gekk í flokkinum í eina stutta tíð. Tað eydnaðist teimum at finna fram til hansara, og hann var so glaður, at hann boðaði frá, at hann kom við einans tríggjar tímar eftir, at hann hevði fingið brævið.
Annars halda tey, at tað gekk eitt sindur trekt at fáa gongd á tilmeldingarnar, men tær komu so líðandi. Og í dag eru sum sagt bert tíggju avboð.
? Vit fingu eitt avrit av protokollini, tá vit byrjaðu. Og tá vit so høvdu funnið bústaðirnar hjá øllum, skrivaðu vit eitt bræv og koyrdu somuleiðis eitt avrit av protokollini í, so at øll kunnu síggja, hvørji koma við, greiðir Katrin frá.
Og nú eru bert snøklar eftir hjá teimum at fáa upp á pláss, áðrenn stóra dagin.
? Vit eru so spent at síggja øll aftur. Tað verður spennandi at vita, hvussu tað verður at tosa saman aftur aftaná so mong ár, sigur Hergerð. Fleiri av teimum hava sjálvandi sást upp gjøgnum tíðina, men hetta er sum sagt fyrstu ferð, at allur árgangurin hittist aftur.