Hóast broytingarnar í hjúnabandsógini á rokmiklum tingfundi vórðu samtyktar við aðru viðgerð fríggjadagin, so verður triðja viðgerð av málinum ikki fyrr enn í fyrsta lagi týsdagin í næstu viku.
Tað er tingmáli nr. 102/2016, sum kallast »Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning (Nágreining í lógarregluni at signa borgarliga stovnað hjúnalag)«, sum í fyrsta lagi kemur á skrá aftur týsdagin.
Løgtingsformaðurin hevur lýst næsta tingfund at verða næsta mánadag, men tá er málið ikki á skránni, tí tá eru tvey mál til 1. viðgerð. Men til tingfundirnar týsdagin og mikudagin eitur skráin enn bara »møguligar 1. 2. og 3. viðgerðir«.
So í fyrsta lagi týsdagin kann lógin endaliga samtykkjast. Tá hon er lýst, kunnu fólk av sama kyni giftast í Føroyum. Men talan er ikki um ein vanliga lóg, tí tá hon er lýst í Føroyum skal hon aftur lýsast í Danmark, og so aftur í Føroyum. Tað kann taka nakrar mánaðir frá tí at lógin er endaliga avgreidd í Løgtinginum, til hon er endaliga komin í gildi.