Nógv rok og nógv kjak hevur verið kring heimin um leikbannið hjá ameriska áleyparanum, Folarin Balogun, ið hann fekk aftaná reyða kortið í 2-0 sigrinum hjá USA á Bosnia Hersogovina í HM-sekstandapartsfinaluni.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio gav ilt av sær framman fyri stórum hópi av tíðindafólki, og eftirfylgjandi ringdi Donald Trump, forseti til FIFA-forsetan, Gianni Infantino, og knappliga var leikbannið strikað, og Folarin Balogun fekk loyvið at spæla áttandapartsfinalu móti Belgia.
Men hetta virkaði øvugt á belgiumenn, ið vóru yvirmotiveraðir móti USA, og vunnu stórsigur 4-1 á USA í áttandapartsfinaluni.
Størsti syndarin í hesum margháttliga málinum er tó ein heilt annar maður.
Enska blaðið, The Times skrivar, at formaðurin í aganevndini hjá FIFA, Mohammad al-Kamali, ið er frá Sameindu Emirríkjunum tók avgerðina einsamallur.
Mohammad al-Kamali legði ikki málið fram fyri hinar 16 limirnar í aganevndini hjá FIFA, men skar ígjøgnum einsamallur, og uttan at ráðføra seg við onnur um leikbannið hjá Folarin Balogun.
BBC spurdi Mohammad al-Kamali um hetta málið, men Mohammad al-Kamali sýtti fyri at svara spurninginum frá BBC.











