Brasil fekk ein hart tiltrongdan sigur, meðan Haiti enn hevur til góðar at knógva eitt stig í einum HM-endaspæli.
Á Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia vann Brasil 3-0 á Haiti í innleiðandi HM-bólki C.
Fyrri hálvleikur var júst hálvrunnin, tá Matheus Cunha skoraði upp á ein returbólt aftaná ein roynd hjá Vinicius jr. Í 36. minutti kundi Matheus Cunha økja til 2-0 við einum dundurskoti aftaná gott forarbeiðið hjá Vinicius jr. Vinicius jr. slapp sjálvur at økja til 3-0 beint undan steðginum.
Í seinna hálvleiki var Haiti betri við, men tað bleiv ongantíð veruliga spennandi.
Brasil og Marokko hava fýra stig hvør. Skotland hevur trý stig, meðan Haiti einki stig hevur.
Brasil-Haiti 3-0 (3-0)
1-0 Matheus Cunha ('23 )
2-0 Matheus Cunha ('36 )
3-0 Vinicius Junior ('45 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brasil og Haiti.
Komandi mikukvøld klokkan 23 vera báðir dystirnir í bólki C leiktir samstundis. Dystirnir eru Brasil-Skotland og Marokko-Haiti. Talan verður um seinasta dystin hjá Haiti á hesum sinni. Skotar mugu hinvegin helst hava eitt stig móti Brasil fyri at hava ein góðan møguleika at enda millum átta teir bestu trýararnar, og harvið sleppa víðari í kappingini.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










