Danmark hevur vunnið seg í enn eina HM-hálvfinalu.
Í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo vann Danmark ein trivaligan 33-21 sigur á Brasil í fjórðingsfinaluni.
Danmark legði hart út og var á odda 10-3. Men Brasil stríddi seg innaftur í dystin, og í steðginum var Danmark bert á odda 15-12. Í seinna hálvleiki var tó klassamunur, og ikki minst ein stórspælandi Emil Nielsen í málinum gjørdi stóran mun.
Mathias Gidsel, Rasmus Lauge og Simon Pytlick fingu eisini veruliga gongd á við málskjótingini, og so var einki at gera hjá Brasil, ið annars hevur havt eitt minniligt HM við fyrstu HM-fjórðingsfinaluni nakrantíð. Emil Jakobsen var framúr í fyrra hálvleiki.
Jóhan á Plógv Hansen var á vøllinum eina lítla løtu í fyrra hálvleiki.
Danmark møtir í HM-hálvfinaluni vinnaranum av dystinum millum Portugal og Týskland. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30.
Danmark-Brasil 33-21 (15-12)
Toppskjúttar Danmark: Emil Jakobsen 6, Mathias Gidsel 6, Rasmus Lauge 6, Simon Pytlick 4.
Toppskjúttar Brasil: Vinicios Carvalho 7, Hugo da Silva 3, Rudolph Hackbarth 3, Guilherme Borges 3.