HM: Diego Forlan gerst landsliðsvenjari hjá Uruguay

Diego Forlan spældi í sínari tíð 112 landsdystir fyri Uruguay

Mynd: Ritzau Scanpix

Aftaná stóra vónbrotið hjá Uruguay, har teir ruku út aftaná innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum við bert tveimum stigum, legði argentinski venjara teirra, Marcelo Bielsa frá sær.

 

Nú hevur uruguayanska fótbóltssambandið valt eina álopslegendu at standa á odda fyri landsliði teirra.

 

Talan er um 47 ára gamla Diego Forlan, ið sum áleypari spældi 112 landsdystir og skoraði 36 mál fyri Uruguay, tíðarskeiðið 2002 og 2014. Við Uruguay vann Diego Forlan Copa America í 2011, og hann var eisini við, tá Uruguay megnaði eitt flott fjórða pláss í HM-endaspælinum í 2010.

 

Diego Forlan hevur tó ikki nógvar royndir sum venjari. Hann stóð á odda fyri Penarol í bert 11 dystum í 2020. Í 2021 stóð hann á odda fyri CA Atenas í 12 dystum. Í báðum førum er talan um uruguyansk lið. 

 

Diego Forlan er fyribils settur í starv til mars komandi ár. Tá verður støða tikin um partarnir skulu leingja samstarvið. 

 

Sum aktivur leikari spældi Diego Forlan við m.ø. Atletico Madrid, Villarreal og Manchester United, har tað eydnaðist honum at vinna ymisk heiti við liðum sínum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix