Tað var undir HM-endaspælinum í Svøríki í 1958, at 17 ára gamli Pelé fekk sítt stóra gjøgnumbrot við brasilska landsliðnum.
Í HM-finaluni móti vertstjóðini vann Brasil 5-2 á Svøríki. Pelé spældi ein framúr góðan dyst, har hann skoraði tvey mál.
Nú er HM-finalutroyggjan hjá Pelé seld á uppboðssølu hjá Sotheby's fyri 4,88 miljónir ameriskar dollarar, ið svarar til 31,90 miljónir krónur í okkara peningi.
HM-finalutroyggjan hjá Pelé var seld á uppboðssølu á fyrsta sinni í 2004. Tá var hon seld hjá Christie´s fyri 105.600 dollarar. So troyggjan er vaksin nógv í virði farnu 22 árini.
##med2##












