U20 EM: Jákup Egholm var sættibesti málskjúttin

Fyri framman liggur ein hondbóltsframtíð í TMS Ringsted

Mynd: Eurohandball

Jákup Egholm, ið saman við Paula Rasmussen fer at spæla við danska liðnum, TMS Ringsted komandi kappingarár hevði eitt gott EM-endaspæl.

 

Í júst lidna U20 EM-endaspælinum skoraði Jákup Egholm 60 mál, og hann gjørdist sætti besti málskjúttin í kappingini.

 

Toppskjútti gjørdist Valdis Kalnins úr Lettlandi við heili 104 málum, ið er met. 

 

23. juni til 4. juli komandi ár fer Jákup Egholm saman við núverandi U20-landsliðnum at kappast í U21 HM-endaspælinum í Norðurmakedonia. 

 

Mynd: Eurohandball