Vikuskiftið 10. og 11. januar vera Geza David Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town millum liðini, ið fara at royna seg í triðja umfarinum í FA Cup steypakappingini.
Grimsby, ið spælir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini vann í dag stórsigur 4-0 á sættadeildarliðnum, Wealdstone. Longu í steðginum var støðan 3-0. Jaze Kabia við tveimum málum, Kieran Green og Jamie Walker syrgdu fyri málunum hjá Grimsby. Tá Geza kom á vøllin í 57. minutti var støðan 4-0.
Í triðja umfarinum í FA Cup steypakappingini kann Grimsby møta einum liði úr Premier League.
Longu komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Grimsby dyst í fjórðbestu deildini. Dysturin verður á útivølli móti Shrewsbury.











