Verandi fronsku varaheimsmeistararnir máttu slíta seg ígjøgnum eina ræðuliga HM-áttandapartsfinalu móti Paraguay á Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia.
Tá 70 minuttir kom forloysingin hjá Fraklandi, tá Kylian Mbappé skoraði sjeynda málið hjá sær í HM-endaspælinum við einum brotssparki, ið hann setti trygt í netið.
Usbekiski dómarin, Ilgiz Tantashev hevði ikki nóg nógv tamarhald á dystinum, og hann loyvdi paraguayisku leikarunum at gera nógvar ónollir uttan, at tað fekk avleiðingar fyri teir. Løgið nokk fekk Frakland øll tey trý gulu kortini, ið vóru givin undir dystinum.
Ein milt sagt ræðuligur fótbóltsdystur við einum veikum dómara, men tó við tí rætta vinnaranum.
Frakland hevði bóltin 76 prosent av tíðini, og teir høvdu allar málroyndirnar, ið vóru innanfyri málrammurnar.
Paraguay-Frakland 0-1 (0-0)
0-1 Kylian Mbappe ('70 )
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Paraguay og Frakland.
Hóskvøldið klokkan 20 spælir Frakland fjórðingsfinalu móti Marokko á Gillette leikvøllinum í Foxborough.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










