Tað er garrvilt hvussu væl umtóktur norska álopsstjørnan, Erling Braut Haaland er kring allan heimin.
Nú eru 563 lítlir dreingir í suðuramerikanska landinum, Peru sum eru uppkallaðir eftir Erling Braut Haaland.
Fýra av dreingjunum eita Erling Braut Haaland. 91 av dreingjunum eita Erling Haaland, meðan hinir 468 dreingirnir eita Haaland.
Hetta skrivar peruvianski miðilin, RPP.
Áhugin fyri Erling Braut Haaland tók av álvara dik á seg í Peru aftaná 2-1 sigurin hjá Noregi á Brasil í HM-fjórðingsfinaluni.
Ígjár møttu 135 tíðindafólk og myndafólk upp til tíðindafundin hjá norska landsliðnum fyri at fáa orðið á Erling Braut Haaland.











