Lugano hevur eina risastóra favorittstøðu móti NSÍ

Her eru oddsini upp á dystin Lugano-NSÍ

Í annaðkvøld klokkan 19.30 bíðar ein stór uppgávu hjá NSÍ í tí italsktmælta partinum av Sveis.

 

Tá skal NSÍ spæla fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League móti Lugano.

 

Lugano hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Lugano liggja millum 1,08 og 1,11.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,20 og 9,50. 

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 15,00 og 28,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##