Tað var nærum einvegis ferðsla á Estadio BBVA í Monterrey, tá Japan í innleiðandi HM-bólki F vann stórsigur 4-0 á Tunesia.
Undan dystinum hevði Tunesia tapt 1-5 fyri Svøríki. Tá sendi tunesiska fótbóltssambandið landsliðsvenjaran, Sabri Lamouchi heim, og settu stundisliga Hervi Lenar í starvið.
Men tað hevði onga sokallaða venjara-effekt. Tunesia hevði ikki eina málroynd innanfyri málrammurnar móti Japan.
Daichi Kamada legði Japan á odda longu í fjórða minutti aftaná eina góða sending frá Keito Nakamura fekk Kamada bóltin innum málstrikuna. Tá farið var um tann hálva tíman økti Ayase Ueda við einum væl plasseraðum skoti til 2-0. Tá dysturin nærkaðist 70 minuttum var tað Junya Ito, ið økti til 3-0 við einum góðum skoti. Stutt undan leikloki staðfesti Ayase Ueda sigurin hjá Japan.
Staðfestast má, at Japan spælir framúr væl, og teir kunnu koma rættiliga langt í hesum HM-endaspælinum. Harumframt hava teir framúr góðar og fyrimyndarligar fjeppparar.
Tunesia-Japan 0-4 (0-2)
0-1 Daichi Kamada (4.)
0-2 Ayase Ueda (31.)
0-3 Junya Ito (69.)
0-4 Ayase Ueda (83.)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Tunesia og Japan.
Niðurlond og Japan hava fýra stig hvør, og bæði hava málmunin pluss fýra. Á midnátt hósdagin vera dystirnir í triðja og seinasta umfarinum leiktir í senn. Dystirnir eru Japan-Svøríki og Niðurlond-Tunesia. Svøríki má arbeiða hart fyri at knógva eitt stig, ið kann gera teir ein av átta teimum bestu trý´arunum. Tunesia hevur bara æruna eftir at spæla fyri móti Niðurlondum. Tað verður teirra seinasti dystur í kappingini á hesum sinni.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










