Ein stórur meiriluti av ísraelum halda, at Iran vann kríggið móti USA og kom styrkt burturúr avtaluni, sum landið hevur gjørt við USA.
Tað sigur ein meiningakanning í Ísrael.
3644 ísraelar eru spurdir í døgunum millum 17. og 20. juni, og tað er Hebraiska Universitetið í Jerusalem, sum hevur gjørt kanningina í samstarvi við Agam-stovnin.
Av teimum spurdu siga 92,1 prosent, at Iran antin vann ella fekk nakað burturúr krígnum, og 82,9 prosent halda, at trygdin hjá Ísrael er viknað.
Sjálv millum tey, sum stuðla høgraveingin og soleiðis eru stuðlar hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, halda 93,1 prosent, at Iran vann.
Mótstøðan ímóti avtaluni, sum USA og Iran hava gjørt, er stór millum ísraelar. 63,2 prosent eru ímóti avtaluni - og bert 12,1 prosent taka undir við avtaluni.
Kanningin vísir eisini, at álitið á ísraelsku stjórnina er viknað. Næstan tríggir fjórðingar av teimum spurdu eru ósamd við Netanyahu um, at kríggið hevur verið ein hernðarlig "succes".
Stuðulin til ísraelska forsætisráðharran minkar í kanningini úr 40,5 prosentum í mars niður í 29,4 prosent í juni.
Ísraelar taka hinvegin undir við ísraelsku krígsførsluni móti Hizbollah í Libanon.
Næstan helmingurin av teimum spurdu - ella 48,2 prosent - stuðla álopunum, hóast ísraelsku álopini á Hizbollah skapa trupulleikar við USA - og bert 21 prosent siga seg vera ímóti.










