Húsaófriður – ein endaði í geglinum

Løgreglan handtók í nátt ein persón í sambandi við húsaófrið

Í nátt var løgreglan boðsend húsaófrið »í mistaðarøkinum«, sum vaktleiðarin málber seg. 

Hann sigur, at tað endaði við, at ein persónur varð handtikin fyri frið skyld.

– Hann liggur nú og svevur í brummuni, og verður koyrdur út, tá hann vaknar, segði vaktleiðarin, tá vit tosaðu við hann í morgun.

Maðurin var ávirkaður og ómøguligur. Eingin fekk tó nakran skaða av tilburðinum, sigur vaktleiðarin.