Higartil mest óvæntaða HM-úrslitið hendi í HM-bólki B leygarkvøldið.
Stóru favorittarnir, Sveis megnaðu bert javnleik 1-1 móti Katar.
Breel Embolo legði Sveis á odda við brotssparki longu í 17. minutti, og eftir hetta hevði Sveis fleiri málmøguleikar, har teir kundu økt til bæði 2-0 og 3-0.
Men tá eitt lið ikki tekur av møguleikunum, so endar tað ofta galið. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat sendi Homan Al Amin bóltin inn í brotsteigin, har Boualem Khoukhi hegnisliga stútaði bóltin í netið til endaligu støðuna 1-1.
Talan er um fyrsta HM-endaspælsstigið í søguni hjá Katar.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Katar-Sveis 1-1 (0-1)
0-1 Breel Embolo, br. ('17)
1-1 Boualem Khoukhi ('90+)
Øll liðini í bólki B, Katar, Sveis, Kanada og Bosnia Hersogovina hava eitt stig hvør, og hava málmunin 1-1.
Hóskvøldið klokkan 20 spæla Sveis og Bosnia Hersogovina á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia. Sama kvøld klokkan 23 spæla Kanada og Katar á BC Place leikvøllinum í Vancouver.











