Turkaland skrivaði í nátt neiliga søgu, tá teir í HM-bólki D taptu 0-1 fyri Paraguay á Levi´s leikvøllinum í Santa Clara í Kalifornia.
Turkaland, ið eisini tapti 0-2 fyri Avstralia í fyrsta dystinum í bólkinum, hevur higartil havt 62 málroyndir í tveimum HM-dystum, men hevur einki mál skotið. Tað er ikki komið fyri síðani teir fóru undir dystarhagtøl í HM-endaspælinum í 1966, at eitt lið hevur havt so nógvar málroyndir uttan at skjóta mál.
Dysturin millum Turkaland og Paraguay var ikki nógv meir enn byrjaður, tá Matias Galarza við einum sera góðum langskoti úr 20 metra fjarstøðu skoraði sigursmálið hjá Paraguay.
Paraguay mátti stríðast allan seinna hálvleik við 10 monnum móti 11.
Beint undan steðginum fekk Miguel Almiron hjá Paraguay eitt søguligt reytt kort. FIFA hevur sett bann fyri at leikarar halda fyri munnin meðan teir tosa. Hendan regulin breyt Miguel Almiron, og so var fyrsta reyða kortið fyri hetta brotið veruleiki.
Turkaland trýsti í seinna hálvleiki fyri at halda lív í vónini at sleppa víðari í kappingini. Teir raktu træverkið, og tað var nær við og næstan, men innum málstrikuna fór bólturin ikki, og Turkaland er harvið úti av HM-kappingini.
USA er fremst í bólki D við seks stigum. Avstralia og Paraguay hava trý stig hvør, meðan Turkaland einki stig hevur.
Turkaland-Paraguay 0-1 (0-1)
0-1 Matias Galarza ('2 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Seinastu dystirnir í bólki D vera leiktir samstundis hósmorgunin klokkan trý. Teir eru Turkaland-USA og Avstralia-Paraguay.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










