HM: Ongland fekk fult stigatal og lat einki mál inn

Serbia fekk ein troystarsigur á Lettlandi í bólki K

Mynd: Ritzau Scanpix

Ongland vann HM-undanbólk K í stórum stíli. 

 

Onglendingar vunnu allar átta dystirnar, og teir megnaðu tað uttan at lata nakað mál inn. Í hinum endanum skutu teir 22 mál.

 

Í kvøld rundaði Ongland undankappingina av við at vinna 2-0 á Albania í Tirana. Harry Kane skoraði bæði málini. 

 

Serbia vann í Leskovac ein 2-1 sigur á Lettlandi, ið ikki var meir enn ein troystarsigur, tí Albania hevði undan dagsins dystum longu tryggjað sær annað plássið í bólkinum.

 

Ongland er á einum greiðum fyrsta plássi við 24 stigum. Albania hevur 14 stig, og Serbia hevur 13 stig. Lettland endaði á fimm stigum, og Andorra endaði aftast við einum stigi.

 

Albania-Ongland 0-2 (0-0)

 

0-1 Harry Kane (´74 )

 

0-2 Harry Kane (´82 )

 

Serbia-Lettland 2-1 (0-1)

 

0-1 Vladislavs Gutkovskis (´12)

 

1-1 Aleksandar Katai (´49)

 

2-1 Aleksandar Stanković (´60)

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix