HM: Serbia hevur lagt seg á odda í bólki C

Serbia vann trivaligan sigur á Uruguay

 

Mynd: IHF

Serbia og Týskland eru komin best frá landi í bólki C í HM-endaspælinum í hondbólti fyri kvinnur.

 

Fyrr í kvøld vann Týskland 32-25 (18-14) á Íslandi í Stuttgart, og Serbia livdi eisini upp til favorittleiklutin móti Uruguay, ið fyri fyrstu ferð í 14 ár kappast í einum HM-endaspæli.

 

Serbia vann 31-19 á Uruguay. Í steðginum vóru tær serbisku frammanfyri við fimm málum, 15-10. 

 

Toppskjúttar hjá Serbia vóru Sara Garović við seks málum og Jovana Jovović við fimm málum. Toppskjúttar hjá Uruguay vóru Sabrina Grieco Vigna við fýra málum, og Paula Eastman Ruegger við trimum málum. 

 

Serbia og Týskland hava tvey stig hvør, meðan Ísland og Uruguay enn hava fyrsta stigið til góðar. 

 

Bólkur C, Stuttgart, Týskland:

 

26. november:

 

Týskland – Ísland 32-25

 

Serbia – Uruguay 31-19

 

28. november:

 

Uruguay – Týskland, kl. 17.

 

Serbia – Ísland, kl. 19.30.

 

30. november:

 

Ísland – Uruguay, kl. 14.30.

 

Týskland – Serbia, kl. 17.

 

 

 

 

 

Mynd: IHF