Átta HM-undankappingardystir eru í dag leiktir kring Evropa.
Í bólki A stóð Slovakia fyri stóru sensasjónini við at vinna 2-0 á Týsklandi á heimavølli. Í sama bólki vann Norðurírland góðan 3-1 sigur á Luksemborg.
Sunnudagin verður spælt soleiðis: Týskland-Norðurírland og Luksemborg-Slovakia.
Í bólki E legði Spania fyri við greiðum 3-0 sigri á útivølli móti Bulgaria. Í sama bólki vann Turkaland á útivølli 3-2 á Georgia, hóast Turkaland seinastu 20 minuttirnar mátti spæla við einum leikara færri aftaná eina útvísing.
Sunnudagin verður spælt soleiðis: Turkaland-Spania og Georgia-Bulgaria.
Í bólki A og E er talan um fyrstu dystirnar í HM-undankappingini, tí hetta eru bólkar við bert fýra liðum.
Í bólki G eydnaðist tað Póllandi at knógva javnleik 1-1 á útivølli móti Niðurlondum. Í sama bólki megnaði Litava bert javnleik 1-1 í heimadysti móti Malta.
Niðurlond, Pólland og Finnland hava sjey stig hvør. Niðurlond fyri tríggjar dystir, og Pólland og Finnland fyri fýra dystir. Litava hevur trý stig, og Malta hevur tvey stig.
Sunnudagin verður spælt soleiðis: Litava-Niðurlond og Pólland-Finnland.
Í bólki J vann Wales á útivølli tepran 1-0 sigur á Kasakstan. Í sama bólki vann Belgia ein trivaligan 6-0 útisigur á Liktinstein í Vaduz.
Wales hevur 10 stig fyri fimm dystir. Norðurmakedonia hevur átta stig fyri átta dystir, og Belgia hevur sjey stig fyri tríggjar dystir. Kasakstan hevur trý stig, og Liktinstein hevur einki stig, bæði fyri fýra dystir.
Sunnudagin verður spælt soleiðis: Belgia-Kasakstan og Norðurmakedonia-Liktinstein.
Slovakia-Týskland 2-0 (1-0)
1-0 David Hancko ('42 )
2-0 David Strelec ('55 )
Luksemborg-Norðurírland 1-3 (1-1)
0-1 Jamie Reid ('7 )
1-1 Aiman Dardari ('30 )
1-2 Shea Charles ('46 )
1-3 Justin Devenny ('70 )
Bulgaria-Spania 0-3 (0-3)
0-1 Mikel Oyarzabal ('5 )
0-2 Marc Cucurella ('30 )
0-3 Mikel Merino ('38 )
Georgia-Turkaland 2-3 (0-2)
0-1 Mert Muldur ('3 )
0-2 Muhammed Kerem Akturkoglu ('41 )
0-3 Muhammed Kerem Akturkoglu ('52 )
1-3 Zuriko Davitashvili ('63 )
2-3 Khvicha Kvaratskhelia ('90 )
Niðurlond-Pólland 1-1 (1-0)
1-0 Denzel Dumfries ('28 )
1-1 Matty Cash ('80 )
Litava-Malta 1-1 (0-0)
0-1 Alexander Satariano ('83 )
1-1 Gvidas Gineitis, br. ('90 )
Liktinstein-Belgia 0-6 (0-1)
0-1 Maxim De Cuyper ('29 )
0-2 Youri Tielemans ('46 )
0-3 Arthur Theate ('60 )
0-4 Kevin De Bruyne ('62 )
0-5 Youri Tielemans, br. ('70 )
0-6 Malick Fofana ('90 )
Kasakstan-Wales 0-1 (0-1)
0-1 Kieffer Moore ('24 )