Spania vann í morgun 33-31 á Japan og liggur næstfremst í bólki tvey.
Tað snýr seg um at enda millum tvey tey fremstu eftir seinastu dystirnar í morgin, fyri at spæla seg í hálvfinalurnar. Kappingarneytarnir hjá Spania er Svøríki.
Svøríki spælir sín næstseinasta dyst nú klokkan 11.30 ímóti Rumenia og stríðist fyri, at í besta føri enda á sama stigatalið sum Spania.
Spania og Svøríki spældu javnt sunnudagin, og tí verður savnaði málmunurin avgerandi, og her er Spania í løtuni 18 mál betri
Tí er fyrsta treytin hjá Svøríki ein stórsigur á Rumenia nú fyrrapartin. Sigurin noyðist ikki at røkka upp í tey átjan málini í dag, tí væntast kann, at Russland kann vinna við nøkrum málum á Spania í morgin, og skal Svøríki vinna sær seinastu málini ímóti Montenegro í morgin.
Russland hevur vunnið allar sínar dystir við minst sjey málum.
Sí eisini:
HM: Russland herjar ímóti gullinum
Dysturin, Svøríki - Rumenia kann síggjast her, umvegis altjóða hondbóltssambandið klokkan 11.30
<iframe frameborder="0" height="315" width="560" src="https://www.youtube.com/embed/RgUs_0pC-hM" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture"></iframe>
Bólkur 2 | Tjóð | Dystir | Málmunur | Stig |
1 | Russland | 4 | 34 | 8 |
2 | Spania | 4 | 18 | 7 |
3 | Montenegro | 4 | -3 | 4 |
4 | Svøríki | 3 | 0 | 3 |
5 | Japan | 4 | -24 | 0 |
6 | Rumenia | 3 | -25 | 0 |