Kroatia hevur eina risa­stóra fav­oritt­støðu hjá vedd­ing­ar­fyri­tøku­num

Her eru oddsini upp á HM-undankappingardystin Kroatia-Føroyar

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið seinasta HM-undankappingardystin á hesum sinni.

 

Í bólki L spæla okkara móti Kroatia á HNK Rijeka leikvøllinum í Rijeka.

 

Kroatia er fremst í bólkinum við 16 stigum, Kekkia hevur 13 stig, meðan Føroyar hava 12 stig.

 

Tá liðini hittust á Tórsvølli vann Kroatia ein tepran 1-0 sigur. Andrej Kramaric skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki.

 

Kroatia hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á kroatiskan heimasigur liggja millum 1,09 og 1,13.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,00 og 10,50.

 

Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 18,00 og 35,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##