Kroatia hevur ikki tapt á heimavølli í meir enn tvey ár

Tað er sjáldsamt, at Kroatia tapir á heimavølli

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið seinasta HM-undankappingardystin á hesum sinni.

 

Í bólki L spæla okkara móti Kroatia á HNK Rijeka leikvøllinum í Rijeka.

 

Kroatia er fremst í bólkinum við 16 stigum, Kekkia hevur 13 stig, meðan Føroyar hava 12 stig.

 

Kroatia er eitt sera sterkt lið á heimavølli. Kroatar hava ikki tapt ein dyst á heimavølli í yvir tvey ár.

 

12. oktober í 2023 taptu kroatar í EM-undankappingardysti á heimavølli 0-1 fyri Turkalandi.

 

Síðani tann dystin hevur Kroatia spælt 10 dystir á heimavølli. Talan hevur verið um níggju sigrar, og ein 1-1 javnleik móti Portugal í undanfarnu Nations League kappingini. 

 

Í hesum árinum hevur Kroatia spælt fýra heimadystir. Teir hava vunnið allar fýra, og málúrtøkan í hesum fýra heimadystunum er 14-1.

 

Kelda: Soccerstand