Vit hava ikki fingið nøktandi svar, og vit standa nú í eini støðu, har vit skjótt mugu taka avgerð um, hvørt okkara børn skulu fara í forskúla ella sleppa at halda fram í barnagarði.
Ógreið støða og manglandi ábyrgd
Vit byrjaðu at spyrja í góðari tíð, men tað tykist, sum málið enn hongur í leysari luft.
Bólturin er kastaður millum ymsar partar, men eingin hevur tikið ábyrgd. Hetta hevur elvt til stóra óvissu hjá foreldrum, ið bara ynskja at gera tað, sum er best fyri sítt barn.
Undantakið, sum nýliga er givið viðvíkjandi flokstødd, loysir ikki kjarnutrupulleikan. Kjarnutrupulleikin meta vit er at vit - áðrenn valið millum barnagarð og forskúla skal takast - ikki kunnu tryggja okkum pláss í fyrsta flokki í Skúlanum á Fløtum, um vit velja at hava barnið eitt ár afturat í barnagarði.
Ein skeiv skipan, ið ikki er grundað á barnsins besta
Í dag verður avgerðin um forskúla ella barnagarð í nógvum førum grundað á, hvussu hendan tryggjar einum pláss í skúlanum, og ikki hvat veruliga er tað besta fyri barnið.
Hetta er ikki í lagi!
Vit foreldur hava hoyrt frá fleiri, sum høvdu ynskt at varðveitt barn teirra eitt ár afturat í barnagarði, men sum hava kent seg noydd at velja forskúlan, bert fyri at tryggja pláss í fyrsta flokki. Soleiðis eigur ein skipan ikki at virka.
Haraftrat eiga somu reglur og rættindi at verða galdandi fyri øll børn í Tórshavnar Kommunu.
Núverandi støða í Tórshavnar Kommunu ger, at summi foreldur ikki skulu taka støðu til forskúlatilboð ella barnagarðstilboð, tá børnini eru um 6 ára aldur, ímeðan onnur mugu stúra um hetta og ikki vita, hvør avleiðingin verður, velur man at varðveita barnið í barnagarði seinasta árið.
Sambært upplýsingum á heimasíðuni hjá Skúlanum á Fløtum, vóru tað í 2024 sjey pláss tøk í fyrsta flokki til børn, ið ikki hava gingið í forskúla. Í 2025 vóru bert fýra slík pláss tøk. Hetta vísir greitt, hvussu avmarkað atgongdin til fyrsta flokk er, hjá teimum børnum, ið vera verandi í barnagarði.
Vit vilja hava svar
Vit vilja tí spyrja:
- Hvat er verandi støða í málinum?
- Hvussu langt eru tit komin við at finna eina loysn?
- Er hetta eitt mál, sum kommunan arbeiðir við og ætlar at loysa?
Vit hava verið tolin, men nú krevur støðan, at tit taka ábyrgd og koma við einum greiðum svarið.
Vit ynskja eina loysn áðrenn tilmeldingin til komandi skúlaár letur upp, so familjur ikki noyðast at bera hesa óvissu við sær inn í jólatíðina. Vit ynskja eisini eina loysn, áðrenn tilmeldingin til komandi skúlaár letur upp, tí at børnini, sum vera verandi í barnagarði (og foreldur teirra), eiga ikki at vera í eini óvissu í eitt heilt ár longri enn tey, ið velja forskúla.
Øll børn eiga at hava tryggjaða atgongd til fyrsta flokk í nærumhvørvinum - eisini tey, sum ikki velja at fara í forskúla.
Vegna foreldur og børn í Vesturbýnum i Tórshavnar Kommunu











