HM upphitingin endaði við tapi

Ísland vann við trimum málum í síðsta fyrireikingardystinum til HM endaspælið, sum bæði Føroyar og Ísland í næstu viku vera við í

Tað endaði við 28-25 tapi, tá ið føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti í kvøld spældi ímóti Íslandi. Hálvleiksstøðan var 13-11 til Ísland.

 

Hetta var vinadystur og harvið venjing til HM kappingina. Tað sást væl á eitt nú uppstillingunum, tí serliga í seinna hálvleiki vóru fleiri spælarar á vøllinum og fingu góðar royndir, sum neyvan vera millum tær fyrstu á vøllinum í HM endaspælinum.

 

Fyrstu dystirnir í HM endaspælinum vera mikukvøldið. Tá fer Ísland at spæla ímóti Týsklandi, og Føroyar fara at spæla ímóti Montenegro í Trier í Týsklandi.

 

Ísland var frammanfyri mest sum alla tíðina, men munurin var ongantíð so stórur, at tað kendist vónleyst hjá føroyska liðnum at svara aftur.

 

Stóri trupulleikin hjá føroysku kvinnunum í kvøld var, at tað so ofta ikki eydnaðist at fáa nyttu úr góðum møguleikum, sum tær spældu seg til. Ein av orsøkunum var, at Hafdís Lilja Renötudóttir var so stinn í íslendska málinum. Føroyar fingu tvey brotskøst, sum vórðu misnýtt, og tríggjar ferðir vóru føroysku spælararnir óhepnir, tá ið tær vóru leysar og sendu bóltin framvið málverjanum, men tíverri støkk bólturin í gólvið og so upp um málið.

 

Strikuspælarin og verjuálitið Pernille Brandenborg var saman við Janu Mittún og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen føroyskur toppskjútti við fýra málum.

 

Lív S. Poulsen spælir á landsliðnum vongur í høgru, og hon skoraði úr spískum, tá ið hon rann inn og var leys aftanfyri verjuna og eisini í skjótálopi.

 

Jana Mittún royndi seg serliga í seinna hálvleiki við gjøgnumbrotum, og tað var hon, sum vann bæði brotskøstini til føroyska liðið. Í seinna hálvleiki riggaði tað væl hjá Súnu Krossteig Hansen, sum í fýra royndum skoraði trý mál.

 

Rakul Wardum vardi fyri tað mesta føroyska málið, og í sambandi við brotskøst varð Annika Fríðheim Petersen skift inn. Hon bjargaði einum brotskasti, og tað var hugaligt at síggja hana aftur á liðnum, eftir at hon ikki hevur verið við í langa tíð.

 

Mánamorgunin fer føroyska liðið av landinum, og fram til mikukvøldið verður í Trier í Týsklandi síðsta hond løgd á fyrireikingarnar til HM kappingina, sum er tann fyrsta yvirhøvur hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

 

 

 

Føroyar – Ísland 25-28 (11-13)

 

Føroyar: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4, Pernille Brandenborg 4, Jana Mittún 4, Maria Pálsdóttir Nólsoy 3, Súna Krossteig Hansen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Karin Egholm 2, Bjarta Osberg Johansen 1, Hervør Niclasen 1, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1

 

Ísland: Thea Imani Sturludóttir 6, Sandra Erlingsdóttir 6, Elín Klara Þorkelsdóttir 4, Katrín Tinna Jensdóttir 3, Dana Björg Guðmundsdóttir 2, Þórey Anna Ásgeirsdóttir 2, Hafdís Lilja Renötudóttir 1, Katrínn Anna Ásmundardóttir 1, Alexandra Líf Arnarsdóttir 1, Elín Rósa Magnúsdóttir 1, Díana Dögg Magnúsdóttir 1.