Hóast fleiri ósemjur verður ein føroysk radaraloysn ikki víst heilt aftur

Báðir partar halda at hin parturin misbrúkar radaramálið til sín egna fyrimun. Hóast teir eru ósamdir um okkurt, so vil landsstýrismaðurin nokk geva einum uppskoti um føroyskan radara ein møguleika.

Jenis av Rana og Høgni Hoydal

Sum nú er, so er tað landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, ið eigur avgerðina um radaran við ráðføring frá uttanlandsnevndini.

 

Men Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin vilja hava, at løgtingið skal taka avgerðina um, hvørt ein radari skal setast upp á Sornfelli ella ikki.

 

– Vit hava sagt frá byrjan, at Føroya fólk og løgting ongantíð hava givið heimild til at seta hernaðarútgerð upp í Føroyum. Vit skulu sjálvi taka avgerð um slíkt, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

 

Høvuðsargumentini hjá samgonguni fyri ikki at leggja málið fyri tingið hevur frá byrjan verið, at eitt slíkt verjupolitiskt mál ikki kann viðgerast í løgtinginum, tí tað er fevnt av trúnaðarupplýsingum. Andstøðan heldur tó, at tað ikki er neyðugt at viðgera málið við teimum loynilgu upplýsingunum, men at man í staðin kann lata løgtingið taka ta prinsipiellu avgerðina.

 

– Danir viðgera tað í sínum parlamenti, hvat er munurin? Hetta er eitt dømi um, at Landsstýrið, sum ikki er fólkavalt, ger nakrar avtalur við donsku stjórnina, uttan at løgtingið og Føroya fólk hava nakran avgerðarrætt. Hetta er einki við fólkaræði at gera, sigur Høgni Hoydal.

 

Men so er tað væl landsstýrið og ikki danska stjórnin, ið er trupulleikin, ella hvat?

 

– Jú. Tað er eisini tí, at vit hava lagt uppskot fram, so at løgtingið kann taka avgerðina, í staðin fyri at vit bara siga ja til tað, sum Danmark vil, sigur Høgni Hoydal.

 

Danska stjórnin hevur annars fleiri ferðir vissað fyri, at um føroyingar siga nei, so verður tað eitt nei, og hetta hevur bæði løgmaður og landsstýrismannin í uttanríkismálum fleiri ferðir mint radara-kritikararnar á.

 

LES EISINI: Radarakjakið hevur flutt seg - men enn eru stórar ósemjur

 

Men so kann man spyrja landsstýrismannin, hví hann ikki bara velur at ganga andstøðuni eitt sindur á møti og fara í tingið við prinsipiellu avgerðini - uttan trúnaðarupplýsingarnarnar? Til hetta svarar Jenis av Rana:

 

– Var ynskið hjá andstøðuni skilagott og fylgdi tað stýriskipanarlógini, so hevði eg ongan trupulleika havt við at latið málið farið í Løgtingið. Men í hesum førinum loysi eg tað saman við teirri av Løginginum, til slíkar uppgávur, valdu nevnd, sigur Jenis av Rana.

 

Høgni Hoydal ivast tó ikki í, hvørja meining tingið hevur um hetta málið.

 

– Eg kann siga við fullari sannføring, at um tað stóð øllum løgtingslimum frítt at atvkøða, so hevði tað verið stórur meirluti fyri tí, sum vit siga. Fólkaflokkurin kann jú ikki atkvøða fyri hesum, sjálvt um teir vilja, og tað er tí teir eru í samgongu við Sambandsflokkinum, sigur Høgni Hoydal.

 

Ein spurningur um tulking

 

Høgni Hoydal meinar ikki, at Jenis av Rana sum landsstýrismaður hevur heimild at taka avgerð einsamallur um radaran, tí hann meinar, at hetta er eitt mál av so stórum týdningi, at tað eigur at koma fyri løgtingið. Men landsstýrismaðurin er ósamdur - hann kallar tað ein tulkingarspurning.

 

– Samgongan hevur higartil ikki tulkað, at hetta er eitt nóg stórt mál. Um talan heldur var um at senda hernaðarútgerð ella missilur upp, so var tað nakað annað, segði Jenis av Rana á tingsins røðarapalli mikudagin.

 

Hesa grundgeving skilir Høgni Hoydal ikki við teirri grundgeving, at aðrar avtalur sum granskingarsamstarv og annað verður lagt fyri tingið.

 

– Hann tulkar tað bara til sín egna fyrimun. Eitt landstýrisfólk sleppur øgiliga lætt at misbrúka sítt vald og tulka lógina soleiðis, sum tað heldur er best, sigur Høgni Hoydal og leggur aftrat:

 

– Onkur má forklára, hvussu Jenis av Rana einsamallur kann gera avtalur bara við ráðføring frá Uttanlandsnevndini.

 

Til hetta sigur Jenis av Rana við in.fo:

 

– Stýrisskipanin er greið, og hon greinar, hvørji mál skulu og eiga at fara í løgtingið, og hvørji kunnu verða viðgjørd í uttanlandsnevndini, sum er vald av løgtinginum til júst mál sum hesi. Eg haldi meg til lógargrundarlagið, sum eg eri valdur at arbeiða eftir, sigur landsstýrismaðurin og leggur aftrat um kritikkin:

 

– At fylgja stýrisskipanarlógini er hvørki ódemokratiskt ella valdsmisnýtsla - tvørturímóti, sigur hann.

 

##med2##

 

Radarin á Sornfelli er partur av arktiska kapacitetspakkanum hjá donsku stjórnini, og endamálið er hava eftirlit við fremmandum flogførum í loftrúminum yvir Føroyum - nakað, sum USA og NATO eru serliga áhugað í, og tí er talan her um ein NATO-radara.

 

Vilja hava ein føroyskan radara 

 

Ósemjurnar um radaran snúgva seg langt frá bara um, hvussu avgerðin verður tikin. Meðan Javnaðarflokkurin tykist stuðla einari NATO-loysn, men bara vil hava avgerðina um tað tikna av løgtinginum, eru Tjóðveldi og Framsókn grundleggjandi ósamd við restina um, hvat hetta skal vera fyri ein radari.

 

Flokkarnir báðir vilja nevniliga fegnir hava ein radara, men teir meina, at tað í staðin skal vera ein føroyskur radari - ein føroysk loysn, umsitin og rikin av føroyingum undir føroyskum myndugleikum, har Føroyar so gera avtalurnar við NATO og aðrar viðkomandi partar. Og hetta ber væl til, meinar Høgni Hoydal.

 

– Tað er eingin menniskjalig ella teknisk forðing fyri, at vit gera tað sjálvi, sigur hann.

 

Men hvat heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum fleiri ferðir hevur samráðst við donsku stjórnina um radaran? Heldur hann, at tað í prinsippinum ber til at fáa eina føroyska radaraloysn?

 

– Alt ber til, men eitt grundarlag má vera undir øllum, tú gert. Í hesum føri ein skipað og málrættað ætlan. Og slíka havi eg ikki sæð. Eg havi bert sæð ta donsku, sigur Jenis av Rana, tá vit spyrja hann um hetta.

 

Og so er tað tað við fíggingini. Tjóðveldi heldur nevniliga, at Føroyar sjálvar skulu fíggja føroyska radaran. Og hetta skal sambært uppskoti frá Høgna Hoydal millum annað gerast við  at yvirtaka loftrúmið, soleiðis at inntøkan har frá verður brúkt sum fígging til radaran. Í uppskotinum verður víst á, at hvørjaferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmi, rinda tey eina ávísa upphædd, sum kann vera millum 70 - 270 milliónir krónur árliga.

 

Eftir hetta er gjørt meinar Høgni Hoydal, at man uttan stórvegis trupulleikar kann gera eina samstarvsavtalu við NATO, hóast Føroyar ikki eru sjálvstøðug tjóð, men partur av danska ríkinum.

 

– Ja, tað haldi eg at NATO hevði viljað. USA hevur jú eisini sín áhuga í at økja sína tilveru her. Trupulleikin er bara, at man ikki vil fornerma Danmark. Danir halda fast í, at teir hava avgerðarrættin her. Men um løgtingið sigur tað, so burdi tað ikki verið so trupult, sigur Høgni Hoydal, sum eisini sær tað sum realistiskt at fáa avtalur í lag við Bretland.

 

Hvat so um NATO av onkrari orsøk ikki vil samráðast beinleiðis við føroyingar? Eru tit so heldur ikki fyri at samstarva við danir um eina radara-loysn?

 

– So má NATO velja, um tey vilja tað, ella um tey vilja hava radaran. Og sjálvandi fara tey at heldur at siga ja til at samráðast við Føroyar. Eg rokni við, at danir eru bangnir fyri, at vit fara at samráðast beinleiðis. Men um vit ikki vilja brúka tað valdið, sum vit kunnnu sum ting og fólk, so tekur onkur annar avgerðina, sigur Høgni Hoydal.

 

Jenis vil kanska geva tí ein møguleika

 

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, er ikki heilt avvísandi, tá vit spyrja hann um hugskotið, at Føroyar sjálvar fíggja og byggja radaran og síðani samráðast við NATO.

 

– Um eitt slíkt uppskot kemur á løgtingsborð ella til landsstýrið, so fara vit sjálvandi at geva tí ein møguleika. So gera vit neyðugar kanningar, bæði av projektinum, men eisini um tað er burðardygt. Tað vil millum annað siga, um NATO ella onnur hava tørv á at keypa tær myndir, slíkur radari vildi tikið, sigur Jenis av Rana.

 

Er tað av praktiskum ella politiskum orsøkum, at tit eftir verandi ætlanum heldur vilja gera tað saman við dønum?

 

– Orsøkin er sera einføld, ein fyrispurningur frá dønum. Mær vitandi er her talan um einastu ætlan, sum hevur sæð dagsins ljós, men onnur uppskot eru meira enn vælkomin. Men hesi tvey árini, síðani radaramálið byrjaði, er ongin, hvørki frá vinnulívinum ella politikari, komin við øðrum uppskotum, sigur Jenis av Rana.

 

##med3##

 

Til orðaskiftið um radaran í tinginum mikudagin vildu fleiri samgongulimir annars vera við, at Tjóðveldi misbrúkar radaramálið til sín egna politiska fyrimun - millum annað við at skapa eina konflikt millum Føroyar og Danmark. Men hesum vísir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, aftur.

 

– Eg haldi, at hatta var rættiliga óvirðiligt, serliga av løgmanni, at koma við sovorðnum fórdómum á tingsins røðarapalli, sigur Høgni Hoydal í samrøðu við in.fo.

 

– Um nakar misbrúkar radaramálið til egnan fyrimun fyri, so er tað løgmaður. Han kundi jú bara syrgt fyri at lagt málið fyri løgtingið. So hevði hann kunnað umgingið konfliktir um hetta, leggur hann aftrat.

 

Løgmaður segði millum annað soleiðis mikudagin:

 

– Tað er harmiligt, at man brúkar eitt slíkt høvi til at skapa hendan kampin internt í ríkisfelagsskapinum ella internt í Føroyum.

 

Men radaramálið verður sambært Tjóðveldisformanninum ikki brúkt til at fáa loysing meira á dagsskránna.

 

– Vit vilja sjálvandi hava undirtøku fyri loysingini. Men hatta er at flyta fokus til nakað, sum málið ikki snýr seg um. Vit berjast jú bara fyri, at føroyingar sleppa at taka avgerðirnar. Hetta er eitt týdningarmikið mál fyri fólkaræði, og tað er loysingin eisini, sigur Høgni Hoydal.

 

Jenis av Rana og Høgni Hoydal