Fyri nøkrum mánaðum síðani var stórt kjak um, hvørt vit eiga at seta ein lofteftirlitsradara upp ella ikki, og andstøðulimir hava fleiri ferðir ávarað um, at ein radari ger Føroyar til eitt bumbumál. Men nú hevur kjakið flutt seg frá, um vit skulu hava ein radara til hvussu vit skulu hava hann - og har hevur andstøðan fleiri ynski.
Tað nokk størsta stríðsmálið snýr seg nú um, hvørt løgtingið eigur at geva loyvi at seta radaran upp ella ikki. Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn meina, at hendan prinsipiella avgerðin eigur at liggja hjá løgtinginum, og tí hava teir eisini lagt uppskot um hetta fyri løgtingið.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, argumenteraði fleiri ferðir við, at Føroya fólk ongantíð hevur samtykt, at nakað annað land kann seta hernaðarútgerð upp í Føroyum.
– Tað er ein ódemokratisk avgerð, um ein landsstýrismaður skal taka avgerð um at seta hernaðarútgerð upp, uttan at løgtingið hevur tikið støðu til tað, sigur Høgni Hoydal.
Umboðini fyri samgonguna gjørdu hinvegin fleiri ferðir vart við, at tað sambært galdandi lóggávu ikki er neyðugt við samtykki frá løgtinginum um at seta radaran upp, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum vísti á, at heimild til hetta er í stýrisskipanarlógini.
Andstøðan vildi tó vera við, at radarin er eitt mál við so stórum uttanríkispolitiskum týdningi, at tað eigur at koma fyri løgtingið. Men landsstýrismaðurin í uttanríkismálum er ósamdur - hann kallar tað ein tulkingarspurning.
– Samgongan hevur higartil ikki tulkað, at hetta er eitt nóg stórt mál. Um talan heldur var um at senda hernaðarútgerð ella missilur upp, so var tað nakað annað, sigur Jenis av Rana.
Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn skilir ikki, hví man ikki bara fær prinsipiellu avgerðina inn í tingið. Hann roknar við, at tað er tí, at man er bangin fyri, at málið fer at fella. Hesum vísti landsstýrismaðurin aftur.
– Eg havi onga løtu ivast í, hvar føroyingurin stendur í hesum. Saman við meirilutanum í tinginum, segði Jenis av Rana.
Bjarni Kárason Petersen undraðist á, at landsstýrismaðurin er so vísur í, hvat føroyingar vilja. Hann vísti á nýggju kanningina hjá Fróðskaparsetrinum, sum vísir, at ein meiriluti er fyri radaranum, men meirilutin vil samstundis hava avgerðina tikna í løgtinginum.
##med5##
Stabbamynd frá kanningini hjá Setrinum. Her sæst, at 46 prosent av teimum spurdu meina, at løgtingið skal taka avgerðina um radaran. Bara 16,3 prosent meina, at landsstýrið eigur avgerðina, meðan heili 28,7 prosent halda, at ein fólkaatkvøða skal til.
Eitt ja við treytum
Umframt ósemjuna um, hvussu avgerðin skal takast, so er stór ósemja um aðrar praktiskar uppgávur radaranum viðvíkjandi. Uppskotssetararnir Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin vilja fegnir hava ein radara, men teir vilja hava, at radarin umsitast av føroyingum. Tjóðveldi vil enntá enn hava, at radarin skal setast upp av føroyingum, og so selja vit upplýsingar víðari.
– Vit taka undir at seta radara upp í Føroyum, men vit skulu seta hann upp sjálvi og gera sjálvi avtalur við onnur lond um tað, sigur Høgni Hoydal.
Hann segði eisini, at Føroyar eiga at yvirtaka loftrúmið, og hesum var samgongulimurin Jacob Vestergaard samdur við honum í.
##med2##
Samgongan og Javnaðarflokkurin eru fyri radaranum, millum annað við argumentinum um, at sum partur av vesturheiminum eiga vit at taka ábyrgd. Bjarni Kárason Petersen (F) heldur tó lítið um argumentið um, at vit skulu taka ábyrgd til frama fyri NATO og vesturheimin.
– Føroyar reka uttanríkispolitikk til frama fyri føroysk áhugamál. Tí skulu vit siga ja til radaran við nøkrum treytum. Vit siga treytað ja til radaran, men tað krevur, at Føroyar og føroyskir myndugleikar hava ræðisrætt á honum, og vit reka hann, og hann verður undir føroyskum myndugleikum, sigur framsóknartingmaðurin.
– Hetta er ein máti at taka ábyrgd, samstundis fáa vit meira innlit og blíva meira búgvin í uttanríkispolitikki, sigur hann.
Samgongulimurin Jacob Vestergaard (A) hevur áður sagt, at vit eiga at fáa okkurt afturfyri radaran, sum til dømis betri handilsatgongd í ES. Hann hevur ikki broytt meining og nýtti høvi á tingsins røðarapalli at vísa á, at handilspolitikkur og trygdarpolitikkur hongur saman - tað prógvar støðan í Ukraina, har NATO og ES hava sett tiltøk í verk við bæði hermegi og handilsrevsingum.
Henrik Old (C) skilir als ikki, hví nakrir tingmenn so fegnir vilja hava okkurt ítøkiligt afturfyri.
– Vit fáa jú trygd afturfyri. Eg eri meira enn skelkaður, tá man snakkar um, hvat man fær í býti fyri eitt so lítið klípi sum at seta ein radara upp. Hetta er ikki nakað, sum skal á uppboðssølu.
Av teimum trimum flokkunum, ið løgdu uppskotið fram, var Javnaðarflokkurin sera kúrrur undir orðaskiftinum. Javnaðarflokkurin er positivur um at seta ein radara upp í Føroyum, og flokkurin stúrir fyri handilsligum og trygdarligum avleiðingum, um vit siga nei til radaran.
– Tá NATO verjir okkum, so mugu vit eisini spæla við. Annars kann tað seta okkum í ringt ljós, meinar Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins. Hann vísti eisini á, at Javnaðarflokkurin hevur sum ynski - ikki treyt, men ynski - at føroyingar sjálvir umsita radaran.
Hernaðarradari ella friðarradari?
Høgni Hoydal (E) hevur fleiri ferðir fyrr sagt, at radarin ger okkum til eitt bumbumál, og hann sær enn radaran sum hernaðarútgerð. Tingmenn úr samgonguni vístu hinvegin á, at ein radari nettupp kann fyribyrgja einum álopi. Og tá landsstýrismaðurin fekk orðið, nýtti hann høvi at svara Høgna Hoydal aftur.
– Tað er als ikki talan um at seta hernaðarútgerð upp her. Her verður ikki ein soldátur og ikki eitt vápn í Føroyum. Bara ein radari, segði Jenis av Rana.
Løgmaður vissaði eisini fyri, at tað ikki verða fólk úr herinum, ið koma at vera til staðar á Sornfelli. Í staðin verða tænastuavtalur gjørdar við fólk í Føroyum um viðlíkahald, segði hann.
LES EISINI: – Tit misbrúka radaramálið til egnan fyrimun
Danir fáa svar áðrenn summarið
Í síðstu viku fór Jenis av Rana til Danmarkar á fund við danska verjumálaráðharran Morten Bødskov. Ætlanin var upprunaliga at geva verjumálaráðharranum svar um radaran, men har kom einki svar. Orsøkin var, at har eru nøkur ting, sum skulu avgreiðast aftrat áðrenn, og tá hann hevði orðið á tingsins røðarapalli, nýtti hann høvi at greiða nærri frá hesum.
– Vit eru komin í endafasuna. Vónandi. Vit stýra ímóti, at áðrenn summarferiuna eru vit komin á mál. So kunnu vit geva eitt endaligt svar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
– Og tað skal undra meg ómetaligt, um svarið frá føroyingum ikki verður eitt rungandi ja, segði hann.
##med3##
Landsstýrismaðurin fortaldi um nakrar praktiskar avtalur við danir. Eitt nú at ein stýrisbólkur við embætisfólkum úr Føroyum og Danmark skal setast, og hesin stýrisbólkurin skal fylgja gongdini við radaranum frá byrjan til enda - í sambandi við uppsetan, rakstur og so framvegis. Eisini skal hesin bólkurin hava sum uppgávu leypandi kunna politiska myndugleikan.
Føroyingar fáa uppgávur
Stóra ynskið hjá stórum parti av andstøðuni hevur verið, at føroyingar skulu vera partur av radaranum - bæði við bygging, umsiting og rakstri. Jenis av Rana fortaldi um nakrar ætlanir, sum í øllum førum nærkast hesum ynskjunum frá andstøðuni nakað.
– Føroyskar fyritøkur og føroyskir veitarar fara at fáa uppgávur at loysa í byggitilgongdini, segði Jenis av Rana og vísti eisini á, at hetta eisini verður galdandi fyri raksturin av radaranum.
– Vága Floghavn og føroyskir myndugleikar sum Vørn og MRCC hava heitt á, at tey eisini fáa atgongd til myndirnar frá radaranum, segði Jenis av Rana og vísti á, at eingin mótstøða hevur verið um hesa áheitan.
– Tað fer at økja um trygdina hjá flogførum og tyrlum. Og borið verður so í bandi, at viðkomandi starvsfólk fáa neyðuga upplæring at umsita myndirnar, sigur hann.
Atlit verður eisini tikið til tað virksemið og tey leigumál, sum eru á Sornfelli.
– Hasi tingini ivast vit ikki í at koma í mál við, sigur Jenis av Rana.
##med4##
Nógvir løgtingsmenn nýttu annars høvi at gera eitt sindur gjøldur við, hvussu leingi tað hevur tikið landsstýrinum at taka eina avgerð um radaran. Jenis av Rana heldur ikki, at talan er um nakað drál.
– Tað hevur tað ikki verið, tí vit taka okkum ta tíð vit hava brúk fyri. Radarin skal ikki vera liðugur fyrr enn í 2028, sigur Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri.
(Grein dagførd klokkan 15:30)