Eysturríki kann fáa Orban-vinarligan kanslara

Frælsisflokkurin á ytsta høgraveingi í Eysturríki verður spáddur at koma nærri kanslarasessinum enn nakrantíð undan valinum

Herbert Kickl, leiðari í høgravenda Frælsisflokkinum í Eysturríki, kann gerast nýggjur samveldiskanslari í Eysturríki. Veljarakanningar spáa um besta valið hjá flokkinum nakrantíð í dag. - Mynd: Leonhard Foeger/Reuters

Høgravendi Frælsisflokkurin í Eysturríki, FPÖ, og leiðarin, Herbert Kickl, koma nærri enn nakrantíð at kanslarasessinum í dag, nú val er í Eysturríki.

Sambært meiningarkanningum fram til valið sær sigurin út til at fara til antin Frælsisflokkin ella stjórnarflokkin miðhøgra, Eysturríkska Fólkaflokkin (ÖVP).

Kathrin Stainer-Hämmerle, professari í stjórnmálafrøði á Carinthia universitetinum í Eysturríki, sigur, at "tað, sum tað snýr seg um, er, um FPÖ fer at seta kanslaran ella ikki".

- Hendir tað, skal sigast, at leikluturin hjá Eysturríki í ES verður heilt øðrvísi. Kickl hevur ofta sagt, at Viktor Orbán er ein fyrimynd hjá honum og at hann vil standa øksl á øksl við honum, sigur Stainer-Hämmerle.

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, er ein av teimum mest ES-skeptisku stjórnarleiðarunum í samveldinum. Til dømis hevur hann fleiri ferðir víst á ivasemi mótvegis millum annað felags linjuni hjá ES um at stuðla Ukraina í stríðnum móti Russlandi.

FPÖ hevur eisini mótmælt stuðlinum frá ES til Ukraina og sagt, at Eysturríki skal vera neutralt í ktígnum.

Flokkurin fer eisini harðliga fram í mun til tilflyting og hevur lovað herdar reglur fyri friðskjólsøkjarum.

Í juni vann FPÖ ein tepran sigur uppá minni enn eitt prosentstig á ÖVP, tá Eysturríki hevði val til Evropatingið.

Síðani tá hevur flokkurin verið á odda framman fyri ÖVP hjá Karl Nehammer kanslara í meiningarkanningum, hóast leiðslan nú er minkað niður í næstan einki.

Óansæð hvør verður størsti flokkur í landinum, so er lítið sannlíkt, at teir enda við meiriluta.

Støddfrøðin vísir beinanvegin á eina samstarvsstjórn millum ÖVP og FPÖ, men retorikkurin millum Herbert Kickl og Karl Nehammer hevur ikki akkurát verið vinarligur undan valinum.

Nehammer hevur kallað Kickl fyri eina "eitrandi hóttan".

Alexander Van der Bellen, sum er forseti í Eysturríki og hevur til uppgávu at seta ein flokk at skipa stjórn, hevur luftað sínar tankar um, at hann kanska kann steðga royndini hjá FPÖ at skipa stjórn.

Sambært forsetanum er einki í grundlógini í Eysturríki, sum noyðir hann at biðja leiðaran í størsta flokkinum um at royna at skipa stjórn.

Hann kundi sum so lógliga sett Nehammer aftur - hóast hetta fer at bróta við eina langtíðar siðvenju í Eysturríki.

Fyrstu valstøðini í Eysturríki lót upp sunnudagin klokkan 6 lokala tíð.

Valhølini lata aftur klokkan 17:00.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Herbert Kickl, leiðari í høgravenda Frælsisflokkinum í Eysturríki, kann gerast nýggjur samveldiskanslari í Eysturríki. Veljarakanningar spáa um besta valið hjá flokkinum nakrantíð í dag. - Mynd: Leonhard Foeger/Reuters