Hol til Viðareiðis

Elinborg Thomasen lat seinasta skotið av seinnapartin.

Nú er hol í gjøgnum til Viðareiðis. Á hátíðarhaldi seinnapartin lat Elinborg Thomasen, kona fyrrverandi festaran og mamma núverandi festaran í Dølum, seinasta skotið av. Fitt av fólki varð komið saman til hátíðarløtuna.

 

Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir søgdu nøkur orð, áðrenn skotið varð latið av. Bæði løgdu dent á góðu gondina í samfelagnum og fegnaðust um, at hetta er ein tunnil, sum kemur øll føroyingum til gagns.

 

Norðlýsið hevur fleiri myndir frá hátíðarløtuni.