Christian Lamhauge Holst takkaði fyri seg á fótbóltsvøllinum, tá ið hann undan summarsteðginum setti punktum á eina flotta yrkisleið við at hjálpa Fremad Amager at flyta upp í næstbestu deildina, har felagið spælir í dag. Christian Lamhauge Holst er tó framvegis virkin í fótbóltsheiminum, tí at nú hevur hann fingið eitt øðrvísi slag av einum venjarastarvi.
Holst hevur nevniliga fingið starv sum álopsvenjari hjá danska Hvidovre, sum spælir í donsku 2. división. Hetta er triðbesta deildin.
- Christian Lamhauge Holst er okkara nýggi álopsvenjari. Hann er ein fyrrverandi føroyskur landsliðsleikari við einari stórari yrkisleið í Silkeborg í ryggsekkinum. Hósmorgunin stendur hann fyri venjingini hjá teimum álopssinnaðu spælarunum, har dentur verður lagdur á detaljurnar, og hvussu ein framherji skal bera seg at. Christian Lamhauge Holst hevur eina rúgvu av royndum, og hesar royndir skulu koma okkara áleyparum til góðar, sigur venjarin hjá Hvidovre, Christian Iversen, við Hvidovre Avis.
Christian Lamhauge Holst umboðaði føroyska landsliðið 49 ferðir og skoraði fýra mál.